Jólahugni og lívsgleði í Kirkjubø og á Velbastað

Leygardagin var jólahald í Kirkjubø og á Velbastað

JÓLAHALD

Og í báðum førum setti sangkórið í sóknini, Sólarmagn sín dám á. Børn og vaksin fyltu ta hugnaligu Ólavskirkjuna. Til konsertina vóru bæði jólasangir og annar kórtónleikur. Tað hevur ongantíð verið urga í kirkjuni men hesaferð stuðlaði urga so undir onkrum av sangunum. Við urguna sat eingin minni enn okkara frægi kórleiðari og tónleikalærari Bjarni Restorff. Aftaná eina væleydnaða og vælvitjaða konsert varð farið í grannabygdina at hátíðarhalda løtuna, tá jólatræ fyri fyrstu ferð alment var tendrað í sóknini.

Til hetta hátíðarhaldið kom eisini prestur úr Havn. Heri Joensen talaði fyri sóknarfólkunum umframt borgarstjóran Annfinn Brekkstein.

Í talu síni vísti Annfinn Brekkstein á, at tíðirnar broytast eisini í Kirkjubøar- og Velbastaðar sókn. Fyrsta jólatræið hann mintist, var tá hann var við systir síni í føðingardag hjá Katrin, dóttir Bergith.

-Tað, sum eg haldi var serligt við tí føðingardegnum, var, at Katrin fylti um páskirnar, og tá stóð jólatræið framvegis í stovuni hjá Bergith. Hon ynskti at hava tann hugnan sum jólini geva, at vara líka til páskar, so tey børnini, sum vitjaðu Katrin, eisini fingu lut í hugnanum.

Tey í Búðini skipaðu eisini fyri jólahaldi fyri okkum børnum. Serliga var tað Dánjal, gubbi, sum hevði størstu gleðina av at hava okkum børn rundanum seg. Hann var sera fegin um at vera saman við okkum, og hann dugdi sera væl at skipa fyri. Tað, sum ger jólahaldið í Búðini sera minningarrríkt, vóru eisini søgurnar hjá Jensiu, sum dugdi sera væl at siga frá.

Annfinnur fegnaðist um, at jólatræ nú verður tendrað í sóknini Tað er fyrstu ferð at jólatræ alment verður tendrað í sóknini. Træið stendur uttan fyri nýggja skúlan á Velbastað. Tað er so trivnaðarbólkurin í skúlanum, sum saman við kommununi hevur tikið stig til jólatræið.

Borgarstjórin helt fram: - Jólatræið ber okkum boð um nógv. Børnini gleðast um at tey fáa pakkar. Børn og eldri gleða seg til jólahátíðina, tá Jesus var føddur, og tann gleðiboðskap sum jólini hava. Tað hevur stóran týdning, at vit ikki missa jólaboðskapin burtur í øllum tí verðsliga, men at vit geva okkum stundir at steðga á og minnast gleðihátíðina.

Og jólahátíðin ber okkum eisini boð um, at ein myrkur vetur er við at halla. Hetta hevur higartil verið ein avbera góður vetur, og um tvær vikur hava vit longu stytsta dag, og tað fer aftur at ganga ímóti ljósari tíðum.

Tað gleðir okkum at kórið Sólarmagn fær dygga undirtøku í sóknini, og kann vera við til at seta dám á eina hátíðarløtu sum hesa.

Ikki tí, tað hava altíð verið góð kvæðafólk og sangarar á Velbastað og í Kirkjubø, bæði til dans og til at syngja Kingosálmar. So einki løgið er í, at góð gróðrarlíkindi eru fyri einum sangkóri, sum vónandi fer at mennast í framtíðini.

Tað er mín vón, at hetta tiltakið fer at halda fram á hvørjum ári, so yngri og eldri kunnu koma saman at gleðast um at jólatræið verður tendrað segði Annfinnur Brekkstein.

Gleðið tykkum
Síðani talaði prestur. Helt helt fyri, at var lívið bert gráir gerandisdagar høvdu vit kett okkum. -Hvørt ár, tá dagurin av álvara tekur at styttast og náttin at leingjast, so nærkast vit eisini jólunum. Hvønn sunnudag í adventini verður eitt ljós tendrað á adventskransinum inntil øll fýra lýsa, tí nú er stundin nær tá hitt stóra ljósið verður borið í heimin. - Jesus Kristus - Tann dagin ljóðar epistulteksturin í kirkjum okkara. - "Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum." Heri Joensen prestur segði víðari, at vit skulu royna at taka apostulin upp á orðið. -Lat okkum finna gleðina í tí, sum vit takast við. Gleði kann eisini vera í jólafyrireikingunum, ongin ivi um tað. Gleðina finna vit m.a. í tí at skapa, vera virkin og eg haldi meg ikki taka munnin ov fullan, tá eg komi við pástandinum: "Vit kunnu ikki keypa okkum jólagleðina."

Og prestur helt fram: -Tað er innan í okkum, at tað heila hendir. - Her skapast hin sanna gleðin. Gleðin fæst við "at verða". At verða saman við øðrum menniskjum. Í felagsskapum, til felags tiltøk, til konsertir í kirkjum okkara nú undan jólum, til guðstænastur og aðrar samkomur. Men eisini við at hugna um heima við hús, har vit í felagsskapi gleða hvønn annan. Gleða vit onnur menniskju, so gleða vit eisini á hendan hátt okkum sjálvi. Lat okkum tí arbeiða málrættað við jólafyrireikingunum. Ikki renna aftaná hvørjum tilboði - tí tey eru mong. Ikki keypa yvir evni. Tí alt hetta, ið "eyga sær og hjarta begjer" fer ongan veg, men vereður á sínum stað komandi advent. Gevi Guð okkum øllum jólafriðin, hina sonnu jólagleðina segði Heri Joensen prestur, tá jólatræ fyri fyrstu ferð alment varð tendrað á Velbastað.

Eftir røðurnar sang kórið nakrar sangir, og síðani varð farið inn í skúlan at fáa sær kakao og bollar. Ein hugnalig og dámlig løta í Kirkjubø og á Velbastað. Ein løta, sum savnar sóknarfólk og fær tey at kenna seg sum part av einum felagsskapi.