Útisetar hittast til jólahugna fyri alla familjuna í Hans Egede kirkju komandi sunnudag.
Sunnudagurin 17. desember kl. 14.00 verður jólahugni við tónleiki, felagssangi og jólasøgu. Fjølbroytt skrá við millum annað klaveri, violin og saxofon. Eftir løtuna í kirkjuni verður dansað um jólatræðið og jólamaðurin vitjar.
26. desember, 2. jóladag, er jólaguðstænasta kl. 14.00.
Føroyskur prestur í Keypmannahavn er Borgny Brünings-Hansen