Jólabryggið

Jólini eru høgtíðin fyri aldargamla evropeiska bryggisiðin. Tá skal meira av rávøru í av øllum, kanska betri í dygd og kanska verður okkurt eyka krydd latið í.

 Tað verður gjørt meira burturúr, eins og við so nógvari aðrari matgerð á jólum. Jólabryggið skal klára samanspælið og mótspælið til eitt nú jóladunnuni og jólasildini. Tað krevur alkohol fyri at skera ígjøgnum tað feita og reinsa góman. Føroyska jólabryggið er fyrst og fremst eyðkent við sína ónatúrliga konstruktión, ið bert loyvir upp til tey symptomatisku 5,8 % ABV (Alcohol By Volume). Í slíkum førum má bryggimeistarin í Føroyum gera neyðloysnir í einari bryggi-uppskrift, sum kanska upprunaliga var harmonisk.

95  prosent av teimum útlendsku dygdar-jólabryggjum eg veit um eru sterkari enn 5,8 % ABV.

Well, Føroya Bjór í Klaksvík, ið er einasta bryggjarí eftir sum enn hættir sær at bryggja øl í Føroyum, hevur latið ikki minni enn tríggjar jólabjór á marknaðin í ár. Eina bjórin er tó undir keypta Restorffs-navninum.


Föroya Bjór Jólabryggj

Tættur rómalittur froði, ið livir hampuliga leingi. Tættur ravgyltur litur. Nakað einføld malt-nøs. Men er smakkurin ikki øðrvísi í ár? Minni maltsøtur og eitt dism meira av humlu í eftirsmakkinum? Jú, tað vildi eg mett. Tað ger hana eftir mínum tykki meira spennandi og væl meira hóskandi afturvið mati. Ikki so rundur og sukursøtur. Men ein trupulleiki er to. Tí “tómrúmið” frá tí søta er ikki heilt loyst til lítar. Vantar meira spæl og fyllu. Minni søtleiki og meira beisk humla telir upp, men vantandi spælið og fyllan telir niður, so vit enda við sama skoðsmáli sum í fjør. Hóskar best til ræst kjøt og jólasildina.

4 stjørnur ****


Föroya Bjór Green Islands Special

Rómalittur froði, ið doyr nakað skjótt. Myrkur ravgyltur litur. Spennandi kryddtónar hómast beinanvegin í anganum. Smakkurin er rundur og heitur. Søtu elementini eru samansett og ikki bara sukursøt. Her er talan um øl-slag, ið beinanvegin lyftir smakkin upp við subtilum frukttónum. Eitt nú ein feril av kaffi. Beiska humlan gevur seg eisini til kennar í eftirsmakkinum. Heilt greitt ein bjór, ið hóskar serliga væl til jóladunnuna við siðbundna súrsøta tilhoyrinum. Men javnvágin millum kryddaða smakkin og veika alkoholið er ikki harmonisk og tað telir nakað niður í skoðsmálinum.

4 stjørnur ****


Restorffs Jólatrøllið

Ráhvítur froði, ið doyr skjótt. Ein angi við brá av syntetiskum tónum. Banan, gummibomm og acetone. Leisturin her er ivaleyst belgiskur, men ikki er hepnast væl. Smakkar vatnut og parfumerað. Eingin fylla. Metalliskur atsmakkur og eingin eftirsmakkur.

2 stjørnur **