Jólaborðhaldini nærkast: Kim og Jákup eru við

Tey eyðkendu jólaborðhaldini nærkast, og kring landið verður nú kappast um at fáa besta tónleikin og bestu skemtararnar at undirhalda. Á Rex í Havn spenna tey seg eisini út.

Tað verða einki minni enn tvær kanónir á hvør sínum øki, sum fara at gera jólaborðhaldini á Rex undirhaldandi og skemtilig. Frá miðjan november til miðjan desember fara tangentleikarin Kim Hansen og skemtarin Jákup Veihe at skipa fyri jólaborðhaldinum. Fyribils er talan um níggju kvøld, har fyritøkur, pør og einstaklingar kunnu

uppliva Kim og Jákup og njóta m.a. føroyskan viðskera, hummara og dunnubringu afturvið.

 

Kim Hansen, ið er ein tann royndasti tangentleikarin í Føroyum, hevur áður skipað fyri undirhaldi á jólum. Eisini Jákup Veyhe hevur roynt seg, men hetta er fyrstu ferð, at teir báðir skipað fyri tílíkum saman.