Vitandi at nógv óvissa hevur verði um Mentanarhúsið og tey tiltøkini, sum skuldu verða í húsinum í ár, vilja vit boða frá, at tey sera væl umtøktu Jólaborðhaldini, sum vóru hildin seinasta ár, verða aftur í ár.
Jólaborhaldini verða í Mentanarhúsinum, leygarkvøldini 29. november, 6. og 13. desember. Øll kvøldini verður byrja klokkan 19.00.
Borðreitt verður við køldum og heitum rættum, meðan Magni Poulsen undirheldur. Eisini verður felagssangur.