Sum nakað nýtt, er ætlanin, um áhugin verður fyri tí, at hava jólaborðhald í Eydnuni leygarkvøldini 13. 20. 27. nov. og 4. des. Á skránni verður matur, sangur og undirhald, við almennum dansi aftaná. Kostnaður fyri alt kvøldið verður kr. 250. Um tit bert ætla at verða við til borðhaldið, verður kostnaðurin kr. 200. Prísurin til dansin verður kr. 100.
Áhugaði kunnu fáa meira at vita á tlf. 214603 Marna og tlf. 422473 Danvør, har eisini verður møguleiki at tekna seg. Umráðandi er, at sagt verður frá og tilmeldað í góðari tíð.