Jólaaftan ótu vit dunnu og gás

- Koronu-farsóttin hevur gjørt, at vit ikki halda jól saman við mínum foreldrum, sum vit annars høvdu gjørt.

 

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Vit halda jól heima hjá okkum sjálvum, konan, eg og børnini, uttan mína elstu dóttir, sum heldur jól saman við manni og døtrum í Keypmannahavn.

Tað sigur Sigmundur Ísfeld, sum vit hava sett nakrar spurningar.

Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir? 

- Koronu-farsóttin hevur gjørt, at vit ikki halda jól saman við mínum foreldrum, sum vit annars høvdu gjørt.

Hvat var á borðinum jólaaftan, og hvat verður etið í dag?

- Jólaaftan ótu vit bæði dunnu og gás, og mandlurís omaná. Í dag verður helst stokt lamb í ovninum.

Keypti tú jólagávur?

- Eg keypti nakrar. Ein hin seinasta var gávan, sum kravdi mest umhugsni, og so kunnu tit gita, hvør átti hana, sigur Sigmundur Ísfeld.