Jólaaftan á Lágargarði

Familja hjá búfólkunum og starvsfólkum savnast jólaaftan á hvørjum ári á Lágargarði til at hugna sær saman, og nógv verður gjørt burturúr

Børn, abba- og ommubørn, langabba- og langommubørn hjá búfólkunum á Lágargarði savnast hvønn jólaaftan um teirra kæru fyri at halda jól saman við teimum. Hesi eldru fólk kunnu ikki koma heim at halda jólaaftan, so Lágargarður ger á hvørjum ári eitt jólahald sjálvan jólaaftan, soleiðis at familjan kann savnast henda serstaka dag. Henda dag, har fólk flest vilja vera saman við teirra familju.
Jólahaldið byrjar við, at búfólkið etur dunnu um middagsleitið saman við starvsfólkunum. Síðani koma tey avvarðandi á vitjan.
Jólahaldið byrjar vanliga við gudstænastu. Í ár varð gudstænastan við Sonju Klein, presti. Tórshavnar Manskór er somuleiðis við á hvørjum ári, har teir framføra nakrar sangir. Bæði jólaligar og teir av meira vertsliga slagnum. Hetta setur avgjørt sín dám á.

Nógv fólk
Talið á fólki á Lágargarði til hesar løturnar er blivið størri og størri við árunum, so nú hava tey gjørt av at royna at avmarka talið, tí tey eru við at blíva ov mong. Onkuntíð hava tey verið heili 300 fólk. Talan er jú um familju hjá bæði bú- og starvsfólkum.
Serliga til gudstænastuna, tí at summi enda við at vera so langt burtur frá, at illa ber til at hoyra, hvat ið verður sagt.
? Tvey vaksin verða boðin við til hvørt búfólk, men talið á børnunum er framvegis óavmarkað, sigur Marjun Smith, forkvinna á Lágargarði.

Jólatræ
Eftir gudstænastuna er so jólatræ fyri børnunum. Tey dansa um jólatræið, og jólamaðurin kemur á vitjan og hevur pakka við til øll. Te og kaffi og smákøkur er til tey vaksnu á runt á deildunum.
Marjun sigur, at tey royna at leggja jólahaldið frá klokkan 13 til 16. Hetta tí at starvsfólkini skulu sjálvsagt heim at halda teirra egna jólaaftan og øll hini eisini. Vanliga eru níggju fólk til arbeiðis á Lágargarði jólaaftan. Trý starvsfólk á hvørji deild.
Tey eta smyrjibreyð saman við búfólkunum og pakka gávur og jólapost upp saman við teimum, um tey avvarðandi ikki hava gjørt tað fyrr um dagin.
So ikki kann annað sigast enn, at tey gera jólaaftan so hugnaligan sum til ber fyri bæði starvsfólk og búfólk við familju á Lágargarði á hvørjum ári.