Jólaaftan er nú ein heilur frídagur hjá limunum í S og K. Skrivstovu- og krambafólk. Sambært gamla sáttmálanum var jólaaftan hálvur frídagur, men nú fáa limirnir í S og K frí allan jólaaftan. Men tað hevur so somuleiðis við sær, at handlarnir fara at hava longri opið Tollaksmessudag.Millum annað hetta kom burturúr samráðingunum partanna millum mánakvøldið.
Annars fáa limirnir somu lønarhækkan, sum arbeiðarafeløgini fingu. Sostatt hækkar tímalønin við 8,60 yvir tvey ár. Harafturat hava tey lægstløntu í felagnum fingið eina eyka viðbót upp á 1, 60.
Í semjuni er staðfest, at partarnir vilja mæla Vinnumálaráðnum til at arbeiða víðari við eini nýggjari afturlatingarlóg. Hetta arbeiðið steðgaði upp í 2002, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki vóru samdir um broytingarnar í lógini.
? Arbeiðsfólki hjá okkum er betur tryggjað nú, og tí kundu vit skriva undir hesa semjuna, sum eisini fer at gera, at tann tá setti arbeiðsbólkurin nú aftur fer í gongd við at gera eitt álit, sum landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm skal hava, sigur Pætur Niclasen, formaður í S og K felagnum. Hann leggur afturat, at tey hava tryggjað sær tað soleiðis, at um afturlatingarlógin verður broytt, so fer tað tó ikki at koma fyri, at ein limur kemur at hava ov langar arbeiðsdagar.
Harafturat eru nakrar viðbøtur komnar afturat. Millum aðrar ein náttarviðbót.
Pætur Niclasen sigur, at felagið sum heild er vælnøgt við nýggja 2 ára sáttmálan, sum nú er undirskrivaður.