Jóla- og nýársheilsan frá psykiatrisku deild

Ein partur av røktini hjá okkum á Deild 5 er sosial førleikavenjing.

T.v.s. at stuðla teimum, so tey sjálvi megna sín gerandisdag, so sum at gera síni ørindi í bankan, keypa klæðir o.a. Eisini skulu vit hjálpa sjúklinginum at vera millum fólk, við at fara til tiltøk, so sum svimjing, framsýningar av ymsum slag o.a. Hetta er ein liður til eitt sjálvstøðugt og sosialt lív uttanfyri sjúkrahúsgátt.
Vegna tað at sjúklingarnir einans fáa u.l. 700,- í lummapeningi um mánaðin er omanfyrinevndu heilt ógjørligt. Lummapeningurin røkkur einans til teirra nýtslu av tubbak. Teir flestu sjúklingarnir roykja illa, helst fyri at doyva teirra sálarneyð.
Vegna manglandi pening førir tað við sær, at onkrir av okkara sjúklingum gongur í býnum og biður fremmandafólk um pengar. Við øðrum orðum ganga teir biddaragongd orsakað av síni støðu.
Fleiri av okkara sjúklingum hava sjúkuna skizofreni. Teir hava vegna teira sjúku/støðu sera lítla sjálvsvirðing. Omanfyrinevnda er ikki við til at styrkja hes.a
Átaluvert er eisini at hvørja ferð sjúklingarnir skulu hava klæðir, skal hann hava rekvisitión frá leiðsluni, orsaka av at teir ikki hava ráð til tess. Hetta er alt ov møtumikið fyri sjúklingin, so tað er altíð starvsfólk, ið tekur sær av hesum. Hetta forðar eisini okkum, í okkara arbeiði við sosialari førleikavenjing.
Ein partur av okkara mentan er eisini at geva hvørjum øðrum gávur til føðingardagar og til jóla. Hesari mentan kunnu sjúklingarnir als ikki taka lut í vegna manglandi pening.
Allir okkara sjúklingar hava valrætt (tá er eingin trupulleiki at finna psykiatrisku deild). Men hesir sjúklingar hava ikki rætt at verða limir í sjúkrakassanum, og kunnu sostatt ikki venda sær til kommunulækna um vanligar trupulleikar, ið vit onnur nýta kommunulæknar til.
Til seinast kann nevnast at vit hava 7 sjúklingar, ið eru liðugt viðgjørdir. Hesi búgva á Deild 4 vegna manglandi bústað/bústovnar. Vit halda at hesi fólk skulu hava somu rættindi sum onnur, ið búgva á bústovnum. Tey kunnu/skulu ikki svíða fyri at politiski myndugleikin ikki hevur nøkta tørvin á bústaði til hesi fólkini.
Tað er hugstoytt og syrgiligt, at ein minniluti í okkara samfelag er fyri einum slíkum vanbýti. Vit kalla okkum fyri eitt vælferðarsamfelag, men hvar er menniskjaáskoðanin hjá okkara hægstu tá deilast skal av lagkøkuni???
Gleðilig jól og eitt gott nýggjár.

P. S. Vit hava skrivað sjúklingar, av tí at teir búgva á eini psykiatriskari viðgerðardeild.