- Tað hevur ikki bara verið lætt. Mangan hevur tað verið óslættur sjógvur. Men tað hevur riggað, tí vit øll hava gjørt ein innsats – og tí eg havi verið so tvør og vildi hava tað at bera til.
Soleiðis sigur 26 ára gamla Vivian Unadóttir, tá vit sessast at tosa um hennara jól. Hon tosar róliga og tykist ógvuliga avklárað um truplu støðuna, hon var sett í, tá foreldrini fingu hjúnarskilna. Vivian var tá seks ára gomul, meðan lítlibeiggin bert var hálvtannað.
Eftir skilnaðin fluttu børnini við mammuni inn á Skála, meðan pápin varð búgvandi í húsunum í Vestmanna.
Mamman átti rættin
Brádliga varð verðin broytt fullkomiliga, og eitt skriv frá ríkisumboðnum gjørdi av, hvørji rættindi foreldrini høvdu at vera saman við børnunum. Nógv tað mesta fall til mammuna. Til dømis átti mamman rættin at hava Vivian og lítlabeiggjan jólaaftan, og tey skuldu so vitja pápan jóladag kl 18.
Vivian helt tað vera ræðuligt, at onkur annar skuldi gera av, nær hon skuldi síggja pápa sín og ikki.
- Eg minnist tey fyrstu jólini eftir skilnaðin, sum ræðuliga fýrakantað, tí hetta pappírið skuldi gera av, nær vit skuldu vera hvar. Eg átti jú eina mammu og ein babba, men knappliga var babba burtur. Tað var tómt og undarligt, minnist Vivian.
Hon hevur ikki nøkur ítøkilig minni um jólini, áðrenn foreldrini fóru hvørt til sítt, men hon hómar tey sum nakað gott og trygt.
Sum Vivian bleiv eldri og byrjaði at skilja støðuna, blivu jólini alsamt meiri merkt av ringari samvitsku og eini kenslu av ikki at strekkja til.
Tá var tað ikki serliga vanligt, at hjún blivu skild, og hon var tann einasta í flokkinum, sum var skilnaðarbarn. At hon ongan annan visti um, sum var í somu støðu, gjørdi tað ikki betri.
- Hini børnini søgdu altíð, hvussu heldig eg var, tí eg havi fingið so nógvar jólagávur. Eg havi jú havt fýra familjur, ístaðin fyri tvær, tí bæði mamma og babba eru gift aftur. Men sum yngri hugsaði eg altíð, at eg nógv heldur hevði viljað fingið færri gávur og komið frá eini vanligari familju við eini mammu og einum pápa, greiðir Vivian frá.
Órættvísi
Tá Vivian var umleið 10-11 ár, byrjaði hon at júka mammu sína um at sleppa at halda jól hjá pápa sínum. Hon hevði varhugan av, at tað helst fór at verða illa upptikið, og hon byrjaði tí so smátt at tosa um tað longu hálvt ár fyri jól.
- Hóast eg var lítil, so hevði eg í fleiri ár gjørt mær tankar um, hvussu órættvíst tað var, at babba ikki eisini slapp at vera saman við okkum. Hann segði ongantíð nakað, men eg tók synd í honum, tí at hann skuldi vera einsamallur, ímeðan vit vóru saman. Tað er helst eisini orsøkin til, at eg eri blivin ein sovorin babba-rumpa, sigur hon smílandi.
Vivian var tvør og bleiv við at júka, og at enda gav mamman eftir.
- Hon hevur helst bara bíðað, inntil tað fór at koma, men innast inni hevur hon sjálvandi ynskt, at eg aldri fór at spyrja. Hon hevur ikki havt tað lætt beint eftir skilnaðin, og hon hevur viljað hildið meg og beiggja mín tætt hjá sær. Og tað skilji eg væl.
- Men mamma vildi hava meg at góðtaka tankan um, at soleiðis hevði tað lagað seg hjá okkum nú, og at nú vóru tað hon, eg og lítlibeiggi sum hoyrdu saman. Hon sipaði til pappírið, og at tað stóð har, at vit trý áttu at vera saman á jólum. Men samstundis hevur hon eisini vitað, at hon ikki kundi noktað mær at vera saman við babba, um tað veruliga var tað, eg ynskti, hugleiðir Vivian.
Hon er sannførd um, at einasta grundin til, at hon skiftivís hevur hildið jól hjá mammuni og pápanum er, at hon sjálv hevur verið so tvør og hevur hildið uppá, at soleiðis skuldi tað vera. Tí eftir lógini átti pápin jú eingi rættindi.
- Eg vildi ongantíð góðtaka, at babba bert skuldi vera ein partur av mínum lívi í so lítlan mun. Sjálvandi hevði eg tað gott hjá mammu, og eg hevði ein góðan og tryggan gerandisdag hjá henni, men tað var ringt, at babba ikki var har. Tí gjørdist eg so treisk og setti hart ímóti hørðum.
- Eftir tey fyrstu jólini hjá babba hugsaði eg, at nú var sloppið. Og síðani havi eg hildið onnurhvørji jól hjá babba og onnurhvørji hjá mammu, og tað havi eg verið sera glað fyri.
Royndi at gera øll glað
Men hóast Vivian fekk trumfað sín vilja ígjøgnum, so hevur tað ikki bert verið ein dansur á rósum.
- Eg havi altíð havt ringa samvitsku allan desember mánað – eisini hóast vit hava havt eina avtalu um, at eg skifti ímillum annaðhvørt ár. Tí á hvørjum ári spyrja tey, hvar eg ætli mær at halda jól. Og eg havi havt sera ringt við at velja nakran teirra frá.
- Serliga mamma hevur onkuntíð latið eitt orð falla um, at hon vil hava meg hjá sær á jólum. Eisini tey jólini, tá hon veit, at eg havi ætlað mær til babba. Tað hevur gjørt, at eg havi verið noydd at siga nei og vraka hana. Og tað er ómetaliga torført, tá man er barn, tí støðan er nóg ring sum er, vísir Vivian á.
- So hóast eg havi tikið eina avgerð um, hvar eg ætli at vera á jólum, so havi eg bíðað sum longst við at fortelja teimum tað, tí eg vil ikki særa hin partin. Eg veit jú, at bæði mamma og babba vilja hava meg hjá sær á jólum, sigur Vivian.
Og nú hon sjálv er blivin mamma, dugir hon væl at seta seg inn í truplu støðuna, sum foreldrini hava staðið í.
- Eg kann bara ímynda mær hvussu ringt tað hevði verið, um dóttur mín um nøkur ár hevði sagt, at hon ikki ætlaði sær at halda jól saman við mær. Tá hevði eg helst eisini havt bestan hug at yvirtala hana til at vera hjá mær, sigur Vivian hugsunarsom.
Nakað eftir skilnaðin komu nýggir makar inn í myndina, og brátt fekk Vivian ein nýggjan lítlabeiggja í Havn, umframt yngri beiggjan á Skála. Nú vóru tað ikki bert foreldrini, hon valdi frá, men eisini yngru beiggjarnar. Og tað var steinur omaná byrðu.
- Eg visti, at har eg ikki var, har fór ein av beiggjunum at vera einsamallur. Og tað gjørdi bara ilt verri, minnist hon. – Tað er kanska tí eg eri elst, men eg havi altíð havt eina sterka kenslu av, at eg skal royna at gera øll glað. Og tað kann vera ringt, tá tú ikki ert meiri enn eitt barn sjálv, staðfestir hon.
Men hon hugsaði ikki bert um tey, hon valdi frá. Av tí, at hon hevur fýra familjur, so er rúgvan av pakkum eisini har eftir. Og tað hevur ikki dámt yngru beiggjunum, at stórasystir fekk nógv fleiri pakkar enn teir.
-Eg havi ongantíð sagt nøkrum hetta fyrr, men hvørji einastu jól havi eg tikið nógvar gávur burturfrá og krógvað tær, fyri at yngru beiggjarnir ikki skuldu gerast keddir av, at eg fekk fleiri gávur enn teir. Seinni um kvøldið havi eg so latið tær upp í einsemi, sigur Vivian stillisliga.
Vivian leggur tó dent á, at tá jólaaftan var komin, so fall hon til ró og hevði tað gott. – eisini hóast hon krógvaði pakkar.
- Tá eg var komin har, eg skuldi vera jólaaftan, og vit sótu um borðið og hugnaðu okkum, tá fall jólafriður yvir meg. So sjálvt um desember ofta hevur verið strævin at koma ígjøgnum, so hevur jólaaftan altíð verið ordiliga góður, staðfestir hon.
Ynskt at tosað opið
Vivian heldur, at tað hevur verið bæði strævið og ringt at liva við, at foreldrini fóru frá hvørjum øðrum. Tað hevur mangan verið togan aftur og fram, og tí hevur Vivian ofta kent seg sum lús ímillum tvær negl. Tó ongantíð meiri enn á jólum.
- Á jólum kemur alt tað ringa fram, sum man annars klárar at fortreingja ígjøgnum árið. Á jólum hevur tað verið serliga týðiligt, at eg ikki havi havt eina mammu og ein pápa, men eina mammu ella ein pápa. Eg havi tí mangan havt brúk fyri at kunna verið kedd um tað, men tað er líkasum ikki pláss fyri tárum á jólum.
- Foreldrini hava eisini strammað seg upp tá, og roynt sítt besta við at gera jólapynt, keypa jólatræ, baka og hugna annars, so eg ongantíð havi funnið røttu løtuna at komið við mínum døpru tonkum. Tí havi eg bara havt tað inni í mær sjálvari. Og serliga fyrstu árini var tað ein tung byrða.
Vivian leggur tí áherðslu á, hvussu týdningarmikið tað er at tosa opið við børnini.
- Tað var nógv, sum eg ikki tordi at siga við tey. Og eg vildi eisini verja mammu og babba og ikki vísa teimum, at eg allatíðina longdist eftir hinum, ið ikki var har. Eg hevði ynskt, at tey av og á spurdu meg, hvussu eg hevði tað. Og at tey skiltu tað, um eg var kedd – eisini á jólum, tá øll annars eiga at vera glað.
Hon eftirlýsir ikki djúpar, analyserandi samrøður, men bert eina viðurkenning av, at tað hon føldi, var ókey. At hon kundi vera kedd um, altíð at skula vera eitt av foreldrunum fyriuttan.
- Børn eru aldri ov smá at tosa við. Tí smá børn hava eisini kenslur og tankar um, at annað av foreldrunum brádliga er burtur. Og tað er sera týdningarmikið at foreldrinini viðurkenna tað – eisini hóast tað er ringt, staðfestir hon.
Vivian veit, at foreldrini altíð hava viljað gjørt sítt besta. Men hon veit eisini, at tey hava verið í eini ringari støðu.
- Tað vóru so fá fólk, ið blivu skild tá, so tey hava kanska eisini kent seg einsamøll og ikki heilt vitað, hvussu tey skuldu fyrihalda seg. So leingi sum eg einki segði, so hava tey helst hildið, at alt var ókey. Og tí hava tey kanska ikki viljað spurt inn til kenslur og tankar hjá mær.
- Eg minnist, at eg ofta var øgiliga ómøgulig og treisk á jólum. Eg vildi bara hava tey at varðnast meg og síggja, at eg var kedd. Eg vildi hava tey at tosa við meg og halda um meg. Men tað bleiv sum oftast misskilt, og eg bleiv bara til ta treisku gentuna, sum oyðilegði góða stemningin. Og so varð eg enn meiri kedd aftaná.
Fantastiskar bonusfamiljur
Tá prátið fellur á nýggju familjurnar, sum brádliga komu inn í lívið við nýggju makunum hjá foreldrunum, lýsir Vivian upp.
- Har havi eg verið fantastiska heldig. Tí tey hava øll verið so góð við meg, og eg havi følt meg elskaða og ynskta frá fyrsta degi, sigur Vivian og vísir á, at nógv skilnaðarbørn ikki hava tað gott við nýggju familjunum.
Hon heldur fram og sigur, at hon heldur ongantíð hevur merkt mismun á sær og yngru systkjunum. Og tað er hon sera takksom fyri.
- Tað er ringt at koma inn í eina sundurrivna familju, men tey hava øll gjørt alt rætt. Bæði teir nýggju makarnir, men eisini teirra familjur. Tey hava altíð havt opnar favnar, og eg havi altíð kent meg sum ein náttúrligan part av lívinum hjá teimum øllum, greiðir Vivian frá.
Egna familju
Vivian hevur í áravís hildið saman við sjeikinum Regini, og á jólum í fjør fingu tey dóttrina Ró.
Vivian sigur, at nú hon sjálv er blivin mamma, hugsar hon øðrvísi um jólini. Nú kann hon við góðari samvitsku leggja jólini til rættis, sum hon sjálv ynskir tað, tí nú má hon fyrst og fremst hugsa um sína egnu lítlu familju.
Trýstið sum hon altíð hevur kent um jóltíðir, er stórt sæð horvið nú, og sum hon sigur: nú nýtist mær ikki at rættvísgera valini, eg taki um jólini.
- Nú gleði eg meg til jóla. Eg gleði meg til sjálv at skapa tað góða og trygga, sum eg altíð havi saknað. Og eg vil gera alt, fyri at dóttir mín ongantíð skal uppliva somu skuldarkensluna á jólum, sum eg.
Í ein kassa fyri seg:
Leyg fyri pápanum
Vivian minnist einaferð, áðrenn avtalan við at halda onnurhvørji jól hjá pápanum kom í lag. Pápin skuldi koma inn á Skála við jólagávum, og hon stóð og bíðaði, inntil hann kom.
- Tá eg sá hann koma, leyp eg út, og eg minnist, at eg leyg fyri honum. Eg segði, at mamma hevði gjørt rís a’ la mandel, og at hon ordiliga gjarna vildi hava, at hann eisini kom inn at fáa sær.
- Eg minnist eyguni í mammu, tá babba kom inn gjøgnum hurðina, tí hon visti sjálvandi av ongum. Men hon segði einki, og eg lat sum um hetta var tað náttúrligasta í verðini. So sótu vit har og prátaðu og ótu rís a la mandel, og aftaná fór babba avstað aftur.
Vivian sigur, at hon kundi flogið, so glað hon var eftir hendingina. Bara tað, at hann hevði verið inni hjá teimum á Skála, og hevði sæð hennara verð har inni, var fantastiskt.
Og av tí, at foreldrini høvdu verið fólkalig og hampulig ímóti hvørjum øðrum, blivu jólini framúr góð.
Sitat:
-Tað var nógv, sum eg ikki tordi at siga við tey. Og eg vildi eisini verja mammu og babba og ikki vísa teimum, at eg allatíðina longdist eftir hinum, ið ikki var har.
- Á jólum hevur tað verið serliga týðiligt, at eg ikki havi havt eina mammu og ein babba, men eina mammu ella ein babba
- Hvørji einastu jól havi eg tikið nógvar gávur burturfrá og krógvað tær, fyri at yngru beiggjarnir ikki skuldu gerast keddir av, at eg fekk fleiri gávur enn teir.
- Tað er kanska tí, at eg eri elst, men eg havi altíð havt eina sterka kenslu av, at eg skal royna at gera øll glað. Og tað kann vera ringt, tá tú ikki ert meiri enn eitt barn sjálv
- Hóast eg var lítil, so hevði eg í fleiri ár gjørt mær tankar um, hvussu órættvíst tað var, at babba ikki eisini slapp at vera saman við okkum. Og eg tók so synd í honum, tí at hann skuldi vera einsamallur, ímeðan vit vóru saman
- Tá eg sá hann koma, leyp eg út, og eg minnist, at eg leyg fyri honum. Eg segði, at mamma hevði gjørt rís a’ la mandel, og at hon ordiliga gjarna vildi hava, at hann eisini kom inn at fáa sær.
- ..tað er líkasum ikki pláss fyri tárum á jólum.