Jákup vil spæla framrættaðan fótbólt

(SportBoxin) Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B36 var gestur í fótbóltspanelinum í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina Fótbóltspanelið, sum var seinni tíman av SportBoxini á Rás2 fyrrapartin.

 

Tróndur Arge hevði vitjan av Jákupi á Borg, høvuðsvenjara hjá B36.

 

Tróndur og Jákup umrøddu hvat tað merkir at hava "passión", tá ein er venjari. Um tað var rætt at brúka Odmar Færø í álopinum ímóti 07 Vestur? Tikið var samanum kappingina higartil, og nomið var eisini við um B36 ætlar at styrkja seg til komandi kappingarár. 

 

Jákup á Borg slær fast, at hann vil spæla framrættaðan fótbólt, og vil ikki, at liðið hjá sær pakkar seg niður.

 

Jákup á Borg metti eisini um 25. umfar, sum verður komandi vikuskiftið. Allir dystirnir byrja klokkan 15 sunnudagin: 

 

ÍF-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)

HB-EB/Streymur (Rás2 sigur frá dystinum)

Skála-B36

07 Vestur-NSÍ

TB/FCS/Royn-KÍ