Jákup Mikkelsen verður seinnapartin fjórði spælarin, sum fer at umboða føroyska landsliðið fyri 60. ferð. Óli Johannesen eigur við 82 dystum metið. Jens Martin Knudsen hevur spælt 65 ferðir á landsliðnum, og Julian S. Johnsson hevur spælt 62 ferðir.
Fyrsta ferðin Jákup var í landsliðsferðalagnum var í 1988, tá ið Føroyar 24. august spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin í Íslandi. Ta ferðina var Jákup eykamálverji hjá Jens Martini Knudsen.
Tað var eisini í Íslandi, at Jákup fyrstu ferð vardi føroyska málið. Hetta var í vinardysti 2. juli 1995.
Tá hevði hann tólv ferðir sitið á beinkinum og bíðað eftir møguleikanum.
Í teimum 59 landsdystunum, sum liðformaðurin hevur vart føroyska málið, eru 137 mál farin ígjøgnum. Kortini hevur Jákup ofta verið roknaður sum besti føroyski spælarin.










