B36 var omaná í grannauppgerðini ímóti AB á ovara vølli í Gundadali, men tað var tungt hoyggj hjá heimaliðnum at basa yngra høvuðstaðarliðnum 2-1. Talan er um triðja sigurin á rað hjá B36.
AB kom eisini á odda í dystinum, men Jákup á Borg, høvuðsvenjari hjá B36 er glaður fyri hvussu hansara menn megnaðu skjótt at svara aftur og javna, og síðani leggja seg á odda 2-1.
Łukasz Cieślewicz kom á vøllin í seinna hálvleiki, og tað munaði væl hjá B36 sambært høvuðsvenjaranum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Jákup á Borg í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.
Samrøðan snúði seg eisini um gamla málmetið í bestu fótbóltsdeildini, ið Klæmint A. Olsen hjá NSÍ nú hevur javnað. Jákup á Borg heldur, at tað er fult uppiborið at Klæmint fer við metinum, og tað var bara ein spurningur um tíð at tað fór at henda.
Samrøðan Rás2 gjørdi við roynda miðvallaran hjá AB, Bárður Olsen hoyrist HER