B36 er víðari til hálvfinalurnar í kappingini um løgmansteypið, ið verða leiktar 30. mai og 13. juni.
Hetta gjørdist veruleiki tá B36 við tveimum málum, ið komu fyrstu 20 minuttirnar av dystinum í Gundadali vann 2-0 á Skála. B36 legði seg á odda við einum sjálvmáli tá tríggir minuttir vóru farnir av dystinum.
Aftaná dystin fekk Tróndur Arge, frásøgumaður hjá Rás2 orðið á Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36.
Jákup á Borg er nøgdur við spælið og hugburðin hjá sínum spælarum, men hann dylur ikki, at hann í mun til málmøguleikarnar, ið vóru í dystinum hevði ynskt ein størri sigur.
Jákup á Borg hevur onga preferansu um hvørjum liði hann vil møta í hálvfinalunum. Hann staðfestir, at tað verður ein stór uppgáva óannsæð.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Jákup á Borg.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein hoyrist HER
HER ber til at hoyra frásøgnina hjá Tróndi Arge av báðum málunum hjá B36.