Jákup Thomsen leigast út

Jákup Thomsen verður helst leigaður út frá FC Midtjylland

Jákup Thomsen, sum júst hevur gjørt nýggjan fimm ára sáttmála við FC Midtjylland, verður í næstum helst útleigaður frá superligafelagnum. Tað boðar ítróttarstjórin frá.

 

Les eisini: Hanus til FC Midtjylland

 

- Vit hava fleiri ungar spælarar, sum hava gott av at fáa nakar minuttir aðrastaðni, sigur Claus Steinlein við Herning Folkeblad.

 

Hann nevnir í greinini fleiri nøvn. Millum teirra er navnið á U21 landsliðsframherjanum úr Føroyum. Jákup Thomsen víst góðar taktir í ungdómsdeildunum í felagnum, har hann millum annað hevur skotið týðandi mál í kappingum.

 

Hann hevur ikki fingið møguleikan á besta liðnum enn, men nú er líkt til, at hann fær møguleikan at spæla fyrstaliðsfótbólt komandi tíðina.