Vágbingurin Jákup Thomsen er væl kendur klaversnillingur. Og nú gevur hann fløgu út við klavertónleiki. Á fløguni eru 11 verk ella løg og eisini vælkenda Romansan er at hoyra. Hon hevur verið at hoyra í ÚF í mong ár.
Jákup Thomsen hevur í áravís havt tónlekin sum livibreyð. Hann býr í dag í Oslo og er klaverleikari á hotellum og caféum.
Tónleikaleiðin byrjaði í Vági og kendt er m.a. singleplátan við bólkinum Robert, Jákup og Ólavi, ið kom í 1977. Har var Harmonikusørin ein slagari og eisini lagið Traffic gjørdist kent og tykist at standa seg enn, hóast tíðartonn. Hetta lag skrivaði Jákup. Hann hevur skrivað ymiskt millum ár og dag og eigur t.d. eisini lagið til ?Tað er leygarkvøld í kvøld?, ið er fólkaogn.
Tey 11 løgini á fløguni eru yndisligur klavertónleikur fyri stóran part og okkurt lag swingar eisini, t.d. Túnadansur.
Jákup hevur skrivað øll løgini og leikar klaver og onnur tangentljóðfør. Hann hevur eisinistaðið fyri upptøkuni. Fløgan er margfaldað í Týsklandi.
Forsíðumyndin er av Vágseiði og eitt lag hevur eisini sama heitið. Bjartur V. Joensen tók myndina. Tutl marknaðarførur fløguna og hon fæst kring alt landið.










