Roynt verður nú at fáa ósemjuna ímillum lærarafelagið og fíggjarmálastýrið fyri í Løtinginum.
Tað er Jákup Sverri Kass, tinglimur fyri sjálvstýrisflokkin, sum fer at royna at fáa tingið at taka málið upp.
Sostatt tykist tað sum um kinkur er komin í hjá samgonguni í málinum um verkfallið hjá lærarunum.
Tí higartil hevur samgongan avgjørd víst øllum møguleikum frá sær at leggja seg út í málið politisk.
Sum tað skilst á viðtalinum við Jógvan á Lakjuni, tingmanni fyri fólkaflokkin, sær hann ongan annan møguleika enn at tingið leggur uppí, um ikki viðurskiftini fáast í rættlag beinanvegin.
Og nú ger eisini ein annar samgongutingmaður, Jákup Sverri Kass úr sjálvstýrisflokkinum, greitt, at eisini hann hevur fingið nokk av tí vanlukkuligu støðu, sum børn og foreldur eru komin í av verkfallinum, sum hann málber seg.
Og hann ætlar sær ikki at góðtaka støðuna longur, sama hvat tey, sum hava politiska ábyrgd av málinum siga.
? Hetta málið snýr seg hvørki um Løgmann, Lærarafelagið, Karsten Hansen, Høgna Hoydal, ella aðrar politikarar.
? Hetta snýr seg heilt einfalt bara um børnini, sum ikki fáa undirvísing, skúlan sum liggur í skeljasori og um foreldrini, sum ikki trygg kunnu lata børn síni fara í skúla, tí tey ganga fyri vág og vind ein stóran part degnum, tí skúlagongdin er so tilvildarlig.
Hann sigur, at nú tingið hevur fund í dag fer hann tí at kanna møguleikarnar fyri at leggja uppskot fyri tingið um at enda verkfallið við lóg.
Fyri at kunna leggja uppskot fyri tingið nú, krevst at minst 17 tinglimir skriva undir at leggja tað fram.
Og nú fer Jákup Sverri Kass at royna at fáa 16 tinglimir at leggja uppskotið fyri tingið saman við sær.
Og hann ætlar bæði at seta seg í samband við tinglimir úr samgonguni og úr andstøðuni, sigur hann.
? Eydnast tað at fáa eitt uppskot fyri tingið, verður tað eisini neyðugt hjá tinginum at víkja frá tíðarfreistunum fyri viðgerðini, so at tað verður avgreitt skjótt fyri at fáa viðurskiftini í rættlag aftur sum skjótast.
Taka undir við honum
Jákup Sverri Kass sigur, at nú tingfundir verða alla vikuna er tað eitt frálíkt høvi til at tinglimir stinga høvdini saman at vita, hvat kann gerast.
Hann sigur at hann hevur spurt seg fyri hjá foreldrafeløgum tey taka fult undir við, at tingið leggur uppí og fær viðurskiftini í rættlag.
? Fæst meiriluti fyri politiskari uppílegging, er tann stóri spurningurin, hvussu hetta skal gerast.
? Onkur hevur nevnt møguleikan at lata lærararnar fáa 6,5% í lønarhækking, sum øll hini hava fingið, men so at lata tey samráðast við landsstýrismannin í undirvísingar -og mentamálum um sjálva fólkaskúlalógina.
Men tað heldur sjálvstýrismaðurin er skeivt. Hann sigur, at fyri sær er málið púra greitt:
? Løgtingið hevur samtykt eina lóg og so má løgtingið eisini taka avleiðingarnar av henni og játta teir neyðugu pengarnar.
Jákup Sverri Kass sigur, at hetta er Strandferðslan og Postverkið umaftur
Teimum stovnunum setti løgtingið ávís krøv, men vil ikki betala, hvat tað kostaði, og avleiðingin var, at báðir stovnarnir komu í óføri.
? Tí eiga vit at hoyra allar partar í málinum, bæði lærarafelagið, foreldrini og ikki minst, semingsmenninir.
? Ein møguleiki kundi verið at gjørt tað seinasta semingsuppskotið til lóg, sigur Jákup Sverri Kass.
Annars eru nógvar áskoðanir í samgonguni um, hvussu farast skal fram, so tað fær hann ikki sagt so nógv um.
Tó hevur hann avgjørt varhugan av, at fleiri tingmenn eru sinnaðir at leggja uppí, tí hetta kann ikki halda fram leingi afturat.
? Landsstýrið hevur boðað frá, at tað tekur ongi politiskt stig fyri at loysa málið.
? Tí má onkur annar gera tað, tí hetta kann ikki halda fram, sigur Jákup Sverri Kass.