Jákup á Borg var við í hópinum hjá OB, tá hesir um vikuskiftið tóku lut í sonevndu Viking-Cup kappingini í Århus.
Í seinasta dystinum í kappingini, sum var móti svenska Hammerby, varð Jákup eisini sendur inn á vøllin, og sambært heimasíðuni hjá felagnum, so stóð nýggi leikarin seg væl. Sagt verður, at hann tóktist kvikur og at hann hevði nøkur fín innlegg, sum tó helst skulu hækkast nakrar fáar sentimetrar afturat. Spælið hjá Jákupi var eisini við til at leggja stórt trýst á svenska liðið seinastu løtuna, men tað eydnaðist tó ikki at venda dystinum, sum endaði við 1-0 sigri til Hammerby.
Kappingin endaði annars við, at OB vann bæði steyp og tær 100.000 krónurnar, sum vinnarin fekk, so hóast talan í seinasta dystinum gjørdist um tap, so mundi lagið á leikarum og leiðarum vera á eini leið, tá kósin sunnukvølidið varð sett móti Odense.
Tá danska kappingin byrjar aftur, leggur OB fyri við heimadysti móti FC Midtjylland, áðrenn oddaliðið, Brøndby, kemur á vitjan.