Jákup sendi FH víðari

Jákup L. Thomsen er í málformi undan landsdystunum

Jákup L. Thomsen bleiv stóra steypahetjan í FH hesa vikuna. Føroyski landsliðsáleyparin skoraði nevniliga avgernadi málið, tá FH vann seg víðari í íslendsku steypakappingini.

FH spældi móti 1/8 finaluni á heimavølli móti ÍA Akranesi, sum liggur á fyrsta plássi í landskappingini og hevur ikki tapt í ár. Steven Lennon legði FH á odda, áðrenn Jákup L. Thomsen skroaði til 2-0.

Málið bleiv avgerandi, tí stutt seinni minkaði ÍA um munin til 2-1. ÍA trýsti fyri at fáa útjavnandi málið, men tað endaði við sigri til Jákup L. Thomsen og FH. Brandur Hendriksson, sum júst hevur longt sáttmálan í felagnum, spældi eisini allan dystin.