TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná 5-2 sigurin hjá B36 yvir ÍF á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Jákup á Borg er ikki nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, tá B36 var á odda 1-0 í steðginum. Hann staðfestir, at einasti munurin millum liðini gjørdist góða frísparksmálið hjá Róaldi Jakobsen.
Hinvegin er Jákup á Borg sera glaður fyri seinna hálvleik. Hann heldur, at B36 veruliga fann tað góða spælið fram í seinna hálvleiki.
Komandi leygardag spælir B36 í Trongisvági, har ætlanin er, at sætti sigurin á rað skal koma til høldar.