Leygardagin varð skipað fyri tiltakinum Føroya Sterkasti Maður 2012. Nógv fólk vóru komin saman í høllini á Hálsi í Havn, har menninir við teimum stóru musklunum kappaðust í seks ymiskum greinum um at útnevnast sterkastur í Føroyum.
Jákup Súni vann aftur
Tað var greitt undan kappingini – serliga sæð útfrá venjingunum – at størsta kappingin fór at verða ímillum verandi meistaran Jákup Súna Berg og Boga Hammer, meðan vinnarin frá fyrra árið, Gunnar Grækarisson, kundi hótta.
Úrslitið gjørdist, at Jákup Súni Berg vann á Boga Hammer. Jákup Súni verjir tískil heitið sum sterkasti maður í Føroyum.