Í annaðkvøld skal KÍ spæla seinna dystin í undanumfarinum í Europa League móti Birkirkara av Malta. Fyrri dysturin, sum bleiv spældur á Malta, endaði við javnleiki 1-1. Tí kann KÍ klára seg við einum málleysum javnleiki.
Ein av teimum, sum var á Malta til dystin, er Jákup Ósá, ítróttarskrivari hjá Norðlýsinum og bolt.fo. Vit hava sett honum stevnu um dystin móti Birkirkara í morgin.
In.fo: Hvussu sært tú møguleikarnar fyri at KÍ kemur víðari?
Jákup Ósá: Júst tað at flestu KÍ leikararnir raka sítt hægsta støði verður eisini neyðugt hendan seinna dystin. Tí sum útgangsstøði hevur Birkirkara helst betri leikarar og til tíðir sást, at teir kanska eru eitt vet betri á bóltinum. Men KÍ er eisini betri á fleiri økjum, sum í fyrra dystinum sá út til at viga upp soleiðis, at talan var um ein javnan dyst í málmøguleikum.
Tað er ein smeitur fyri KÍ, at Marko Dusak er skaddur og helst neyvan við til hendan dystin eins og ivamál er um Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð, sum hava havt onkrar skaðar at dragast við upp undir dystin.
Birkirkara hevur sambært teirra venjara møguliga onkrar leikarar við, sum ikki vóru við til fyrra dystin. KÍ hevur ''heimavøll'', meðan Birkirkara fleiri ferðir fyrr hevur vunnið seg víðari vegna góð úrslit á útivølli. So í mun til fyrra dystin talar tað til fyrimuns fyri KÍ, at hava heimavøll og vera frammanfyri, tá dysturin byrjar, meðan tað eru fleiri aðrar orsøkir sum benda á, at Birkirkara helst er betri fyri enn fyri einari viku síðani.
In.fo: Hvat tippar tú í seinna dystinum?
Eg haldi fyrri dysturin bendur á, at her er trupult at taka dagar millum liðini. Tá vóru tað smálutir og tilvild sum avgjørdu, hvønn veg tað fór, tí vit vóru bara fáar minuttir frá, at Birkirkara vann ein óuppibornan 1-0 sigur. Kemur KÍ at mangla Marko Dusak og kanska eisini Jákup B. Andreasen og/ella Jóannes Bjartalíð, so viknar KÍ á pappírinum, og tá hava leikararnir sum koma inn eina stóra uppgávu.
Hørður H. Askham verður helst fluttur aftur í verjuna, og tað viknar um verjupartin á miðvøllinum. Eg fari at hefta meg við fyrra dystin, har tað var javnt býtt millum liðini í málmøguleikum, sum vóru fáir. Heimavøllurin hjá KÍ var stekanska er styrkt frá seinast. So eg tippi 0-0, men tað krevur eitt sera gott KÍ avrik. Her stendur nógv uppá spæl, tí hetta kann blíva størsta kvøldið í Europa søguni hjá KÍ. So er bara at vóna, at týdningurin av dystinum ikki ávirkar KÍ avrikið skeiva vegin.
Møgulig uppstilling:
KÍ (4-4-2) Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Hørður H. Askham, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen – Steinbjørn Olsen, Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Boris Dosljak – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð.
Europa League:
Hósdagin
St Joseph’s (1) – (1) B36 (17.00)
KÍ (1) – (1) Birkirkara (19.00) Beinleiðis á FM1