Klaksvík:
Hetta sigur Jákup Pauli Jóhannesen, sum er byggiráðgevi í umbyggingini av skúlanum á Ziskatrøð.
Hann tekur dømi fram og vísir á, at byggivirkið Kanjon, sum tók sær av umvælingunum á skúlanum í fjør. Teir hava eisini havt arbeiðið við at umvæla svimjihøllina.
- Tað var ein sera umfatandi umvæling, sum tók longri tíð enn ætlað at gera. Og tað hevur so sogið til sín, sigur Jákup Pauli. Haraftur at hevur Kanjon eisini eldraíbúðirnar uppi á Helnabrekku, sum faktiskt bindur alla manningina hjá teimum. Byggivirkið hevur eisini úr at gera, og byggivirkið hjá Rógva Josephsen hevur eisini ov mikið.
- So her eru heilt einfalt ikki nógv at taka av. So nú mugu vit í gongd við at gera sáttmálar til komandi summar, soleiðis at sama søgan ikki endurtekur seg komandi ár.
Munurin á í ár og í fjør er, at um hesa tíðina í fjør vóru bert 300.000 krónur eftir av játtaðu pengunum í fjør, og tá var ikki greitt um, pengar fóru at verða játtaðir til í ár. Men nú eru so tríggjar milliónir krónur til taks, sum eru játtaðar, og sum skilst á lagnum, so er ætlanin hjá býráðnum at játta eina líknandi upphædd aftur komandi ár, greiðir Jákup Pauli frá.
Annars sigur Jákup Pauli, at bæði býráðið og skúlastjórin skilja væl støðuna, sum hon er nú.
Jákup Pauli sigur, at menn sum hava arbeitt nógv um veturin og várið og enntá inn í summarið treingja eisini til feriu.
- Um teir ikki fáa frí, so koyra teir við hálvum blussi og tað er tað jú ikki nógv meining í.
Eg helt tað simpulten vera óðamannaverk at fara í holt við nakað so umfatandi í ár við so lítlari arbeiðsmegi, sigur Jákup Pauli.
Og so leggur hann aftur at, at man heldur átti at sett út í kortið til komandi ár, at tá skúlin er liðugur, so standa 30 mans uttanfyri til reiðar at byrja arbeiðið sum skjótast. Eisini er ætlanin at nýta millum annað jólafrítíðina í ár til fyrireikingararbeiðið til at seta alis og lívfrøðisstovurnar í stand.
At enda sigur hann, at tað verður tó ikki onki gjørt við skúlan í summar. Tað verða ymisk smáting, sum verða gjørd liðug.