Jákup Nolsøe leiðari á Sjúkraflutningstænastuni

Frá 1. juni 2003 er Jákup Nolsøe í Havn settur sum leiðari á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum

Jákup er 42 ára gamal og úr Havn, sonur Kristionnu, f. Jacobsen, av Glyvrum, og Andreas Nolsøe úr Kaldbak. Jákup er útbúgvin elektrikari og maskinistur. Hann byrjaði sum avloysari í 1985 og í føstum starvi frá 1988 sum portørur/ambulansustarvsfólk á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur tikið útbúgvingar innan ambulansayrkið í Norra og Danmark. Ábyrgdarøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum er: Streymoyggin, Eysturoyggin, Sandoyggin og Vágar. Jákup er giftur við Onnu Mariu, f. Hansen, úr Havn, dóttir Elspu Súsonnu, f. Joensen, úr Havn, og Jógvan Hansen, bátasmið, ættaður úr Hattarvík. Tey eiga fýra børn, tvær døtur og tveir synir, børnini eru: Eva, Andrea, Jógvan og Tóki.