Jákup Mikkelsen verður í málinum

Valið fall á Jákup Mikkelsen - og tað verður tí Herfølge-málmaðurin, sum fer at verja føroyska málið í dystinum í morgin (sunnudagin) móti Kekkia á Svangaskarði

Hóast Jens Martin Knudsen hevur staðið seg væl í íslandsku kappingini, og hóast hann sunnudagin varð kosin besti leikari á vøllinum, tá lið hansara, Leiftur, vann silvur móti liðnum úr Vestmannaoyggjunum í íslendsku steypakappingini, var hetta ikki nóg mikið.


Sosialurin hevur fingið at vita fyri vist, at Allan Simonsen, landsliðsvenjari hevur kosið sær Jákup Mikkelsen sum dagsins málmann.


Í dystinum móti Bosnia vardi Jákup Mikkelsen málið - tí Jens Martin Knudsen var leikbannaður. Tað er einki at taka seg aftur í, at Jákup Mikkelsen gjørdi sítt arbeiðið til lítar, og vóru tað tí fleiri, ið gittu, at Allan Simonsen nú fór at skifta fasta málmannin út - og tað hevur hann nú gjørt.


Í útvarpinum fríggjadagin kom Jákup Mikkelsen við teirri hóttan, at um hann ikki slapp at spæla hendan dystin, so hevði hann leikt sín síðsta landsdyst.


Um hetta hevur verið viðvirkandi til avgerðina hjá Allani Simonsen skal vera ósagt.