Jákup Mikkelsen fær ikki leikbann

Kappingarnevndin hjá FSF hevur valt ikki at geva Jákupi Mikkelsen leikbann fyri útsagnirnar eftir steypafinaluna. Sostatt stendur Jákup Mikkelsen í mál, tá ÍF í kvøld vitjar í Gundadali.

 

Landsliðsmálmaðurin var í øðini eftir steypafinaluna og segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at hann ynskti EB/Streymi og dómaranum til lukku við sigrinum. Hann var ikki samdur við dømingini hjá Lars Muller, tá hann tíðliga í seinna hálvleiki brísklaði fyri brotssparki til EB/Streym. Kappingarnevndin hevur tikið málið upp og er komið til tað niðurstøðu, at Jákup Mikkelsen fær ikki leikbann.

 

- Vit fingu ein áheitan um at taka málið upp og vit meta ikki at Jákup skal hava leikbann. Vit taka frástøðu frá útsagninum hjá Jákupi Mikkelsen eftir steypafinaluna og hava givið honum eina átalu fyri hendingina, sigur Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini.

 

ÍF hevur fyrr verið í brennideplinum, tá talan er um útsagnir í útvarpinum. Í 2008 fekk Bartal Eliasen leikbann í tveir dystir fyri at spilla út dómara í samrøðu við útvarpið eftir dystin.

 

Í Bretlandi verður dentur lagdur á, at tá leikarar og venjara sáa iva um gegni ella evnini hjá einum dómara, so fellur hamarin. Hinvegin er støðan ein onnur, tá ein leikari ella dómari metir, at ein dómaraavgerð hevur kostað teimum sigurin. Sama tykist verða tilfeldi í Føroyum.