Jákup Mikkelsen er ivasamur

- Eg veit framvegis ikki við vissu, hvussu álvarsligur skaðin er, tí fysioterapeuturin dugir ikki at siga, hvussu vorðið er. Talan kann annað hvørt vera um eina fipurspreinging í innarsíðuni á lærinum, ella um ein skaða, sum stendst av, at ov nógv hevur staðið á.

Tað sigur Jákup Mikkelsen. Tað kom dátt við, at 40 ára gamli klaksvíkingurin noyddist av vøllinum, tá hann og liðfelagarnir úr ÍF spældu í Klaksvík um vikuskiftið. Brian Kerr, landsliðsvenjari, ætlar, at Jákup Mikkelsen skal verja málið, tá Slovenia vitjar á Svangaskarði fríggjakvøldið.

 

- Eg var við at gerast spentur til landsdystirnar, so eg vóni ikki, at talan er um eina fipurspreinging, tí so má eg hvíla í tvær vikur. Og er tað skaðin, so verða eingir landsdystir til mín á hesum sinni, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Umframt Jákup Mikkelsen, hevur Brian Kerr sent boð eftir René Tórgarð úr EB/Streymi.