Jákup Mikkelsen er aftur á landsliðnum

Jákup Mikkelsen er millum spælararnar, sum Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir. Atli Danielsen er eisini í hópinum. Jákup Mikkelsen boðaði upprunaliga frá, at hann gavst sum landsliðsmálverji í 2009. Hann vardi málið tveir landsdystir í fjør, tá Gunnar Nielsen var darvaður av skaða.

 

Gunnar Nielsen fer ikki at spæla fótbólt næstu mánaðirnar. Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevur tískil sent boð eftir Jákup Mikkelsen at vera við í hópinum í landsdystunum móti Slovenia og Estlandi. René Torgarð, EB/Streymur, er eisini við sum málverji.

 

Atli Danielsen hevur eisini boðað frá, at hann er tøkur aftur sum landsliðsspælari. Miðvallarin er eisini við í hópinum hesaferð.

 

Viljormur Davidsen og Hallur Hansson eru nýggir í hópinum.

 

Erling Jacobsen, Víkingur, sum stóð sera væl móti Norðurírlandi á Svangaskarði í fjør, er ikki millum teirra, sum landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir.

 

Føroyar spæla móti Slovenia tann 3. juni. Dysturin móti Estlandi er tann 7. juni.

 

Hópurin

 

Málverjar:

Jákup Mikkelsen, ÍF

René Torgarð, EB/Streymur

 

Verjuleikarar:

Eianr Hansen, NSÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Jónar Tór Næs, Valur

Pól Jóhannus Justinussen, Valur

Jóhan Troest Davidsen, Aarhus Fremad

Viljormur Davidsen, FC Fyn

Rógvi Baldvinsson, Ålgard Stavanger

 

Miðvallarar:

Fróði Benjaminsen, HB

Hallur Hansson, HB

Bogi Løkin, ÍF

Símun Samuelsen, HB

Daniel Udsen, EB/Streymur

Hjalgrím Elttør, KÍ

Atli Danielsen, FC Roskilde

Súni Olsen, B36

 

Framherjar:

Jóan Símun Edmundsson, Newcastle

Christian Lamhauge Holst, Silkeborg

Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur

Christian R. Mouritsen, Valur