Jákup Mikkelsen aftur á beinkinum

Jákup Mikkelsen má helst aftur taka til takkar við einum sessi á beinkinum, tá dysturin móti Litava verður blástur ígongd, men hóast hetta, so tykist hann á ongan hátt at umhugsa støðuna á landsliðnum

KAUNAS: Ein av spurningunum, sum vanliga tekur seg upp, tá føroyska landsliðið skal spæla dyst, er, hvørt tað verður Jens Marti Knudsen ella Jákup Mikkelsen, sum skal verja málið.
Teir báðir kappingarneytarnir - og vinmenninir - hava mest sum synonymir fyri føroysku altjóða fótbóltssøguna, tá teir upp á skift hava vart føroyska málið ella sitið á landsliðsbeinkinum.
Seinasta broytingin í so máta var til skotlands-dystin, har Jákup Mikkelsen endaði á beinkinum, men hóast hann harmast hetta, so tykist tað soleiðis, at málverjin góðtekur veruleikan og plássið uttanfyri.
- Tað er sjálvandi einki stuttligt at sita á beinkinum, men tað er nú einaferð soleiðis, at har er bara pláss fyri øðrum av okkum, so tað mást tú bara góðtaka, leggur hann fyri, tá vit spyrja um kenslurnar á beinkinum.
Og sjálvur tykist Jákup eisini at rokna við, at talan verður um pláss á beinkinum leygardagin.
- Tað gangi eg bara út frá. Frágreðingin, sum eg fekk seinast, var jú, at eg ikki spældi á besta liðnum í Molde, og tann støðan er jú ikki broytt, síðani.

Heldur fram
Eftir somikið langa tíð í hópinum skuldi ein kanska hildið, at Jákup ikki longur var hugaður at vera á landsliðnum, nú talan er pláss uttanfyri,. Men tá vit spyrja Jákup, hvørt hetta fær hann at umhugsa framtíðina á landsliðnum sigur hann avgjørdur, at tað ger tað ikki.
- Tað rokni eg so avgjørt ikki við. Sum eg segði í áðni, so er tað ongan tíð stuttligt at sita á beinkinum, men hinvegin haldi eg, at Jens Martin og eg hava kappast alla tíðina. Hann sat jú eisini tolin á beinkinum í fýra ár, tá eg vann plássið.
- Eg má so bara bíða. Vera klárur alla tíðina og so taka kjansin, tá hann einaferð kemur, sigur Jákup Mikkelsen at enda.