##med2##
EB/Streymur var fyri 0-3 tapi móti NSÍ við Løkin í Runavík. Sum gongdin var í seinna hálvleiki tá NSÍ skoraði øll trý málini var tað rættvíst, at NSÍ vann.
Men dystargongdin kundi verið ein heilt onnur um EB/Streymur hevði fingið brotsspark, tá Símun Sólheim var feldur í brotsteiginum hjá NSÍ, og verjuspælarin hjá NSÍ tá hevði fingið reytt kort fyri at fella Símun Sólheim.
Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen er ikki í iva um, at EB/Streymur átti at fingið tillutað brotsspark, og NSÍ skuldu verið 10 mans á vøllinum aftaná tað.
Tað tók eina løtu hjá annars altíð siðiliga, Jákupi Martini at sissast aftur aftaná hesa støðuna.
Teitur Joensen, viðmerkjari hjá FM1 er eisini ivaleysur í, at EB/Streymur átti brotsspark í støðuni.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Martin Joensen.
2) Hoyr samanumtøkuna hjá Tróndi Arge og Teiti Joensen, har teir tóku samanum dystin við Løkin í Runavík og hinar dystirnar í 3. umfari.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum hjá NSÍ, og samrøðuna Tróndur gjørdi við Petur Knudsen hjá NSÍ.