Jákup Martin: Vit hildu HB frá tí mesta (FM1)

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi er nøgdur við leikliga avrikið hóast 0-1 tapið móti HB

##med2##

- Hevði dysturin vart 80 minuttir so hevði eg sagt, at HB vann fult uppiborið. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sum iðrar seg um, at EB/Streymur ikki stjól ein javnleik móti dystarenda.

- Vit halda HB frá tí mesta, staðfestir Jákup Martin Joensen, ið ikki er nøgdur við at tapa 0-1, men kortini er leikliga væl nøgdur við avrikið og hugburðin hjá sínum spælarum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jákup Martin Joensen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá sigursmálinum Adrian Justinussen skoraði í dystinum. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá viðmerkjaranum, Teiti Joensen, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jens Bertil Askou, høvuðsvenjara hjá HB. 

(Samrøða: Jákup Martin Joensen, EB/Streymur)