Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Takksamur, markleysur, ódisiplineraður
Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?
Tað er ikki gott at vita.
Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Hvussu hon ber sín kropp og hvat hon útstrálar. Andlitið sigur mest. Men annars hyggi eg í hvønn "krók". Hvørki bringa ella afturpartur sleppa undan.
Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin?
Kóki te og haldi eina stilla stund, har eg finni frið og javnvág.
Hvat stressar teg?
Eg kann onkuntíð vera strongdur óbevíst, t.d. um eg eri ov seinur til eitt ella annað.. Men eri eg bevístur um mína støðu, stressi eg ikki. Tað er irrationelt og óneyðugt. Eg eri eitt menniskja og onkuntíð halda ætlanir ikki. Tað má eg bara akseptera. Vil eisini mæla til ikki at hava forvæntningar. Framtíðin er altíð øðrvísi
enn tað ein væntar.
Hvat gleðir teg?
At eg havi sonin Oliver og góð vinfólk. Tá mamma hevur tað gott. Og tá eg havi brúkt dagin at gera mun onkustaðni.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tá eg var fullur seinast fyri 4-5 árum síðan. Men, annars av og á innantanna og myndaliga; Seinast nú eg hoyrdi, at føroyingar ikki sleppa at síggja Da Vinci filmin. Hugsaði, at tað er harmiligt, at vit ikki eru komin longri sum land/fólk. At vit eru so lítið andalig, men so nógv religiøs.
Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt?
At fáa ráð at halda páskadagarnar heilagar í íslendsku náttúrini saman við soninum. Gleðiligt at fáa víst honum Reykjavík, Gullfoss, Geysir, Bláa Lón og nógv onnur støð, hvørs nøvn eru farin niður í dulvitið.
Hvar arbeiðir tú?
Einki fast.
Hví valdi tú at arbeiða í fjølmiðlunum?
Tað var ikki eitt val. Tað var EG. Hevði heilt frá vøggu verið hugtikin av útvarpi og soleiðis bleiv tað. Nú havi eg so slept útvarpi og eri í einari millumstøðu, har eg enn ikki havi uppdagað í mær sjálvum, hvørjum eg skal leggja meg eftir.
Hvat lag er heimsins besta?
Bohemian Rhapsody
Hvat er besta uppfinningin og hví?
Kassagittarin. Serliga fær klassiskt gittarspæl meg at søkja í dýpdina í mær sjálvum. Merkja upprunan. Tað er ein sera meditativur tónleikaformur.
Hvat hevur tú í lummunum beint nú?
Sigarettir, tendrara, tyggigummi, billyklar, og fartelefon.
Hvat er títt besta heimaráð?
Minst til at har er ein verð uttanfyri teg sjálva/n.
Hvar er keðiligast í Føroyum og hví?
Í summum bygdum, har misskiltur kristindómur hevur elvt til, at fólk ikki tora at ganga nakin (erligheit) av ótta fyri at vera dømd; Hótta sær ikki at liva lívið fult út, ið jú er meiningin við at vera menniskja. Onki forboð hevur nakrantíð havt nakað andaligt við sær.
Hvussu ofta speglar tú tær?
Haldi hvørja ferð eg síggi eitt spegl. Skoði Guds meistaraverk ;-)
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Fyri nøkrum árum síðan keypti eg mær ein trimmara frá Leif Mohr. Og hann riggar framvegis væl.
Hvar er Jákup Magnussen um 10 ár?
Eg veit ikki, hvar eg eri um ein tíma, so spyr meg ikki so neyvt. Men eg havi álit á, at tað verður á einum deiligum stað.
Hvør er tín stuttligasta uppliving innan fjølmiðla arbeiði
At gera samrøðu við Kemm Poulsen.