Melodi Grand Prix
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Atletion, Århus: Tað vóru ikki bert ommur og mostrar, sum vóru komnar at heppa Petsi leygarkvøldið. Millum teir 4000 áskoðararnar var eisini Jákup Mórits Olsen úr Klaksvík.
- Eg havi fylgt við Melodi Grand Prix síðani 1987, so nú tá búgvi eg í Danmark, so eg helt, at tað var upplagt at fara at lurta, segði Jákup Mórits undan framførsluni leygarkvøldið. Hann og ein vinmaður vóru komnir úr Aalborg niður til Århus at fylgja við. Og hann fór heldur ikki ósæddur framvið. Við sær hevði hann nevniliga eitt stórt føroyskt flagg.
Hetta er heldur ikki fyrsta ferðin, at hann er við sum áhoyrari til Melodi Grand Prix.
? Eg var eisini og lurtaði tá tað var í Globen, og so í Parkini fyri nøkrum árum síðani.
Sjálvt um atgongumerkini vórðu rivin vekk eftir stuttari tíð, so eydnaðist tað honum at ogna sær atgongumerkið til stóra brakið leygarkvøldið.










