Setti tú tær nakað nýggjárslyfti í fjør? Ja, tað gjørdi eg allarhelst, men minnist bara ikki rættiliga, hvat tað var. So eg havi helst ikki hildið tað ynskið, tá eg ikki minnist tað.
Hevur tú nakað nýggjársynski fyri komandi ár? Eg fari at royna at fáa aftur tað, ið liggur á láni í studentaskúlanum - heimaarbeiði o.t. soleiðis, at eg megni at fáa betri karakterir í skúlanum.










