Jákup Lervig í Smiðjuni

Í dag klokkan 14 letur Jákup Lervig upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini hevur hann akrylmálningar.

- Myndatilfarið er fjølbroytt og spennir frá sermerktu jarðlittu málnungunum ið lýsa gamla býarumhvørvið og leiða tankarnar aftur til gomlu “sepia" fotomyndirnar til litríkar málningar.

Tað sigur listarmaðurin í tíðindaskrivi.

Jákup er føddur í Havn og býr í Havn. Hann hevur verið fastur luttakari í undirvísingini hjá Kvøldskúlanum seinastu 3-4 árini. Jákup hevur fleiri ferðir verið við á ólavsøkuframsýningini, felags framsýningum í Smiðjuni í Lítluvík, Galleri Tornby í Tversted og hjá Lions Club í Müllers Pakkhúsi.

Framsýningin hjá Jákupi Lervig letur upp í Smiðjuni í Lítluvík í dag klokkan 14 og verður opin til og við týsdagin, 25. oktober.

Opið verður allar dagar frá klokkan 14-18, tó er opið leygardagin klokkan 10-18.