Tað verður átjan ára gamli Rói Mørk Hentze, sum fer at verja B36 málið í steypafinaluni ímóti NSÍ íkvøld.
Rói M. Hentze varð settur á vøllin síðsta sunnudag í Gøtu, tá ið Tórður Thomsen varð vístur av vøllinum, og nú Tórður er leikbannaður, er Rói upplagt val millum B36 stólparnar.
Rói M. Hentze vardi B36 málið í øðrum og triðja umfari í landskappingini í vár, og hann vandi B36 málið í fyrsta umfari, tá ið B36 vann 6-0 ímóti B71 og í fjórðingsfinaluni, tá ið B36 vann 1-0 ímóti Víkingi.
Harvið hevur Rói M. Hentze hildið púra tætt í steypakappingini, og B36 venjarin, Jákup á Borg, sigur seg hava álit á avloysaranum millum stólparnar:
-Hóast hann bara er átjan ára gamal, so hevur hann verið partur av besta liðnum í fleiri ár. Serliga í ár hevur hann tikið seg rættiliga nógv fram, og eg ivist ikki í, at hann í kvøld fer at liva upp til álitið, sum vit vísa honum. Andrias Eriksen og Odmar Færø fara at syrgja fyri, at hann ikki fær so nógv at gera, og tá ið brúk verður fyri, at hann skal bjarga, so fer hann at gera tað, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.










