Um Brian Kerr hevur lisið væl upp á føroyska fótbóltssøgu, ella um tað er rein tilvild, hevur ikki eydnast okkum at uppspurt. Men undir øllum umstøðum er tað ein sannroynd, at Jákup Mikkelsen, er tann einasti í føroyska hópinum, sum áður hevur spælt í móti Slovenia og fingið stig.
Valla er tað tí, at Kerr roknar við, at málverjin úr Klaksvík, kann hála eina sensatión heim einsamallur. Men royndir – eisini móti Slovenia – hevur Jákup Mikkelsen í øllum førum, og tað kemur væl við.
Tvey ymisk lið
Vert er at hyggja nærri at føroyska liðnum, sum fyrstu ferð spældi móti Slovenia tíðliga í september í 2000. Jákup Mikkelsen vardi sum sagt málið. Umframt hann, er ein annar á liðnum, sum framvegis er aktivur í bestu føroysku fótbóltsdeildini, Øssur Hansen.
Liðið henda dagin var annars hetta: Jens Kristian Hansen, Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen, Julian Johnsson, Uni Arge, Todi Jónsson, Øssur Hansen, Sámal Joensen og Hans Fróði Hansen. Inn komu Kurt Mørkøre og Jóannis Joensen.
Fara vit eitt gott ár fram í tíðina, til 6. oktober 2001, sá liðið soleiðis út: Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Johan Byrial Hansen, Hans Fróði Hansen, Øssur Hansen, Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre, Jákup á Borg, John Petersen og Christian Høgni Jacobsen. Inn komu Arnbjørn Danielsen, Súni Olsen og Jón Rói Jacobsen.
Hesin dysturin var tann seinasti við Allani Simonsen við róðrið. Síðani hava vit bæði havt Henrik Larsen, Jógvan Martin Olsen og nú Brian Kerr.
Níggju ár eru liðin, men vert er at býta merki í, at Jákup Mikkelsen, Rógvi Jacobsen, Jákup á Borg, Christian Høgni Jacobsen og Súni Olsen allir eru menn, sum Brian Kerr hevur arbeitt og framvegis arbeiðir saman við.
Jákup á Borg er tó givin og tað sama kann eisini – viðhvørt – sigast um Jákup Mikkelsen. Rógvi Jacobsen og Súni Olsen eru skaddir og tí ikki við hesaferð, men eru annars stuðulsleikarar á liðnum tann dag í dag, á sama hátt sum Christian Høgni Jacobsen eisini er tað.