Jákup heldur fram í Fuglafirði

Bogi Lervig verður hjálparvenjari hjá Flemming Christensen, og alt bendir á, at Løkin beiggjarnir eisini í 2012 fara at spæla við ÍF

Í kvøld verður sáttmáli undir­skriv­aður millum ÍF og Jákup Mikkelsen. Málverjin hevur síðani kapp­ingarlok umhugsað støðuna, og nú hevur hann gjørt upp við seg sjálvan, at hann skal spæla eitt ár aftrat.
Ólavur Larsen, formaður í ÍF, vátt­ar, at semja er millum ÍF og Jákup Mikkelsen um at halda fram við samstarvinum í eitt ár aftrat:
– Vit fara at skriva undir av­taluna fríggjakvøldið, og vit eru sera fegnir um, at samstarvið við málverjan fer at halda fram, sigur ÍF formaðurin.
Tá ið Flemming Christensen hevði skrivað undir sáttmálan, sum sigur, at hann skal vera venjari hjá ÍF í 2012, segði hann seg vóna, at Jákup Mikkelsen fór at verja ÍF málið næsta ár, og nú er tað greitt, at vónin hjá venjaranum verður til veruleika.
Jákup Mikkelsen hevur í alt heyst drigið á bæði, um hann skal gevast ella halda fram at spæla. Nú hann hevur tikið støðu og ætlar sær at halda fram, sigur hann soleiðis:
– Síðsta kappingarár var eg rættu­liga nógv darvaður av vødda­skaða í búkinum og lærkrikanum. Hetta bar við sær, at eg hvørki fekk spurtað ella sparkað. Eg helt, at talan var um slit og elli, men nú havi eg tað nógv betri, og tað hevur givið mær mót at halda fram. Fyri einum ári síðani bar tað næstan ikki til at spæla innandura fótbólt. Nú er eingin trupulleiki tí viðvíkjandi, og tí er tað nógv lættari at taka avgerðina um at halda fram, sigur Jákup Mikkelsen.
Bogi hjálpvarvenjari
Hóskvøldið skrivaðu ÍF og Bogi Lervig undir avtalu, sum ber við sær, at Bogi verður hjálparvenjari hjá ÍF og Flemming Christensen. Bogi hevur seinastu árini verið hjálparvenjari í NSÍ. Hann hevur áður verið hjálparvenjari í ÍF, har hann spældi alla sína fótbóltstíð.
ÍF formaðurin fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa Boga at hjálpa Flemming Christensen:
– Bogi hevur royndirnar, hann er førur fyri at standa fyri venj­ing­unum, um tað skuldi borið venjar­anum frá, og hann veit alt um føroysku feløgini, liðini og spæl­ar­arnar og felagið hjá okkum. Tá ið vit fáa nýggjan venjara, sum ikki enn er so væl inni í føroysku viður­skiftunum, so kemur tað serliga væl við, at vit hava fingið Boga Lervig at hjálpa venjaranum, sigur Ólavur Larsen.
Bogi og Karl og álopið
Tað verður støðugt arbeitt við at styrkja um hópin hjá ÍF. Tá ið tað varð kunngjørt, at Flemming Christensen skal venja ÍF, varð tað nevnt, at møguleiki er fyri, at nýggir spælarar fara at koma til Fugla­firðar.
Tað skilst, at flestu teirra, sum vóru við í 2011, fara at halda fram. Tað hevur ljóðað, at Bogi Løkin og Karl Løkin møguliga ikki fóru at halda fram í Fuglafirði, men ÍF formaðurin sigur seg hava góðar vónir um, at Løkin beiggjarnir eisini í 2012 fara at spæla við ÍF:
– Vit hava tosað við teir báðar, og eg rokni við, at tað um heilt stutta tíð verður greitt, at teir báðir fara at halda fram í Fuglafirði. Eingin ivi skal vera um, at vit fegnir vilja hava teir at halda fram, sigur Ólavur Larsen.
Flemming Christensen kemur til Føroya 23. januar. Hann hevur sent spælarunum venjingarætlan, sum teir skulu halda seg til, so teir ikki byrja heilt á berum, tá ið januar verður tríggjar vikur gamalur.
ÍF og venjarin hava felags fatan av, at tað er neyðugt við styrki til framrættaða partin, hóast málsókni Clayton Soares hevur skrivað undir við ÍF.
– Okkum tørvar ein álopsspælara aftrat. Um tað verður neyðugt við onkrum øðrum styrki fáa vit at síggja, tá ið spælararnir og Flemming Christensen og Bogi Ler­vig hava vant saman í nakrar vik­ur. Tað sær spennandi út, og vit fara undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í eyðmýkt, sig­ur Ólavur Larsen.