Jákup Højgaard úttikin til U21-landsliðið

U21-landsliðsvenjararnir hava sent boð eftir málverjanum hjá B36, Jákupi Højgaard, til dystirnar ímóti Rumenia og Montenegro.

 

Fyrri dysturin verður spældur fríggjadagin 7. juni, kl. 17:45 á Svangaskarði á Toftum, har rumenar koma á vitjan, meðan seinni dysturin verður spældur á útivølli ímóti Montenegro, týsdagin 11. juni.

 

Í fyrstu atløgu varð bara ein málverji, Kristian Joensen, úttikin til føroyska hópin, men nú er greitt, at B36-málverjin, Jákup Højgaard eisini verður partur av U21-landsliðnum til dystirnar móti Rumenia og Montenegro.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur sína fyrstu venjing í kvøld á Tórsvølli. Føroyski hópurin sær soleiðis út:

 

Kristian Joensen, NSÍ

Jákup Højgaard, B36

Beinir Ellefsen, AB

Hørður Askham, B36

Rógvi Egilstoft Nielsen, EB/Streymur

Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DEN)

Oddmar Marstein, KÍ

Gunnar Christiansen, KÍ

Bárður Hansen, Víkingur

Eli F. Nielsen, 07 Vestur

Rene S. Joensen, Brøndby IF (DEN)

Bogi Reinert Petersen, ÍF

Ivan Joensen, KÍ

Rógvi Joensen, TB

Heðin Hansen, Víkingur

Gilli Sørensen, B36

Gunnar Zachariassen, EB/Streymur

Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF

Árni Frederiksberg, NSÍ

Poul Ingason, TB

 

Mynd: (www.fsf.fo) Jákup Højgaard