Hýrurin var ikki góður, tá ið B36 sunnudagin 17. juni fór av Argjum og aftur í Gundadal. Í síðstu løtu hevði fyrrverandi B36 verjuspælarin Fróði Clementsen skorað sigursmálið fyri AB, sum vann 2-1. Síðani hevur B36 spælt seks landskappingardystir, teir hava fingið átjan stig, og einki mál er farið ígjøgnum hjá Jákupi Mikkelsen.
- Eg haldi, at vit hava verið rættuliga professionellir. Vit hava ikki spælt væl hvørja ferð. Eitt nú móti VB/Sumba var 1. hálvleikur vánaligur, men í 2. hálvleiki megnaðu vit at fáa málini, sum bóru øll stigini við sær, og nú eru vit oddalið, staðfestir B36 málverjin Jákup Mikkelsen, sum nú er búsitandi í Klaksvík og fleiri ferðir um vikuna koyrir til Havnar at venja við B36.
Í seks dystir ella í 540 minuttir umframt eyka leiktíðina hevur Jákup ikki verið í meskunum eftir bóltinum. Spurningurin er nú, um hansara egnu bygdarmenn fara at megna tað, sum seks tey seinastu mótstøðuliðini ikki hava megnað.
- Um vit spæla upp til okkara besta, so eiga vit at vinna. Men tapið á Argjum var dømi um, at vit eisini kunnu tapa ímóti øllum. Vit høvdu nógva vindin ímóti í 1. hálvleiki, og tá kom einki mál. Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraðu vit, og so var hugburðurin ivaleyst, at hetta fór at ganga undan vindinum. Vit slakaðu av, og tað var dýrt keyptur lærdómur fyri okkum, tá ið teir skoraðu tvær ferðir, staðfestir Jákup Mikkelsen.
Landsliðsmálverjin, sum í síðstu viku fylti 37, kennir seg vera væl fyri, men honum líkt so vísir hann á viðspælararnar og liðfelagarnar annars, tá ið tosið fellur á orsøkir til, at einki mál er farið ígjøgnum í seks dystum.
- Vit spæla við so at siga sama liði hvørja ferð. Nú eru onkrir á markinum at fáa leikbann, men tíbetur eru vit slopnir undan álvarsligum skaðum. Síðani Fróði Benjaminsen varð fluttur aftur í miðverjuna, havi eg fleiri ferðir verið mest sum arbeiðsleysur. Hann og Herbert eru gott makkarapar, og Jóhan og Alex eru fínir í síðunum, har teir eisini bjóða seg til í álopsspælinum. Spælskipanin ger uppgávuna hjá okkum aftari á vøllinum lættari, tí Mikkjal og Klæmint taka nógv trýst av mótstøðuálopunum, og fremstu menninir hava gjørt tað, sum hevur verið neyðugt fyri at vinna stigini og harvið oddasessin, vísir Jákup Mikkelsen á.
KÍ hevur fingið fult fýra av fimm teimum seinastu ferðunum. Sjálvsálitið er vaksið, og klaksvíkingar tora og royna at spæla fótbólt.
- Eyðun Klakstein var vorðin venjari, tá ið vit vóru hepnir av megna 1-1 í Klaksvík. Ta ferðina høvdu teir bóltin bæði á tvørtrænum og stólpanum, minnist Jákup Mikkelsen aftur á.
KÍ venjarin Eyðun Klakstein hevur verið liðfelagi saman við bæði B36 málverjanum og venjaranum Kurt Mørkøre, sum hann báðar sigur seg virðismeta høgt fyri menniskjaligar og fótbóltsligar dygdir.
- B36 liðið er sum væl smurd maskina, og í løtuni tykist eingin klára at steðga teimum. Tað verður torført hjá okkum at fáa nakað norður aftur við úr Gundadali, men vit fara ikki í Gundadal fyri at royna at avmarka tapið og harvið sleppa okkara egna spælið heilt. Talan er um so at siga ókeypis uppgávu, har vit hava alt at vinna. Okkara spælarar hava tikið uppgávuna í álvara, og nú gloppið niður til botnin er vorðið størri, er avbjóðingin at vita, hvussu langt vit kunnu røkka við at spæla fótbólt, sigur Eyðun Klakstein, sum harvið leggur upp til, at Jákup hesa ferð skal í netið eftir bóltinum.