##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá báðum málunum hjá B36, tá B36 á ovara vølli í Gundadali vann 2-0 á TB við málum sum Sebastian Pingel og Árni Frederiksberg skutu.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg.
Jákup á Borg staðfestir, at spenningurin hjá B36-viðhaldsfólkunum nær og hvar dysturin skuldi leikast var uttan iva meir spennandi enn tað spælið sum hansara spælarar løgdu fyri dagin í fyrra hálvleiki. Jákup er tó nøgdur við, at B36 bøtti munandi um spælið í seinna hálvleiki. Torførur útidystur bíðar í Klaksvík mikukvøldið, og Jákup leggur eina við, at hansara menn mugu avrika munandi betri í tí dystinum enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki móti TB í dag.
Fyri Jákup og spælararnir var tað sera týdningarmikið, at dysturin móti TB bleiv spældur klokkan 15, tí allar fyrireikingar, matur o.a. var lagað til, at dysturin skuldi byrja klokkan 15. Tí kundi ein dystur, ið fyrst byrjaði klokkan 18.30 á Tòrsvølli ikki koma uppá tal.
(FM1 gjørdi eina samrøðu við høvuðsvenjaran hjá TB, Michael L. Winther, men í samband við upptøkuna av samrøðuna kiksaði tað tekniska, og tí er samrøðan ikki tøk)