Jákup fer lætt um sannleikan

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður
------

Seinastu dagarnar hevur Jákup Mikelsen malið kring spurningin, hvørt tað er rætt við færri aðalráðum ella ikki. Fyrst var hann ímóti, síðan fyri og seinast aftur ímóti. Fari kortini ikki at gera fleiri viðmerkingar til tann partin hesaferð. Tí mín støða er framvegis púra greið og óbroytt..

Fari heldur at gera eina lítla rættleiðing, tí at Jákup Mikkelsen velur at fara lætt um sannleikan, tá hann greinini “Er kaffi beiskt?” sigur: ”Tí hevur fólkaflokkurin mælt til at spara á almennu fyrisitingini, men sambandið segði nei og argumentið var, at hetta fór at krevja uppsagnir”.

Tosa um sparingar, men fremja tær ikki
Feskasta dømi um, at Fólkaflokkinum dámar betur at tosa um sparingar í almennu fyrisitingini, heldur enn at fremja tær í verki, er arbeiðið við Ólavsøkupakkanum og fíggjarlógini. Fólkaflokkurin ætlaði Uttanríkisráðnum eina játtan langt omanfyri onnur ráð. Hinir flokkarnir í samgongu fingu tó loksins skarvað stórar upphæddir av hesi ætlan, í fyrsta lagi áðrenn Ólavsøkupakkin varð lagdur fyri Løgtingið og í øðrum lagi, áðrenn fíggjarlógin var endaliga samtykt. Fólkaflokkurin vildi tó ikki fara longur, og tí slapst ikki heilt undan “risaráðnum” hjá Fólkaflokkinum hesaferð.

Somuleiðis vísir tað seg søguliga, at Fólkaflokkinum dámar betur at tosa um sparingar á almennu fyrisitingunum, heldur enn at fremja tær í verki. Fullveldisskeiðið, tá Fólkaflokkurin hevði leiðsluna, hækkaðu rakstrarútreiðslur landskassans við 1,2 mia. kr. Stórur partur av øktu útreiðslunum hetta tíðarskeiðið fór til almenna fyrisiting. Inntøkugrundarlagið varð samstundis munandi skert, uttan at neyðugar tillagingar vóru gjørdar. Upptakinum sita vit við í dag.

At tosa um sparingar uttan at fremja tær gevur onki. Skal hugsingur vera um at fáa stóra hallið hjá landskassanum burtur, verður neyðugt við bæði sparingum og tiltøkum, sum økja inntøkugrundarlagið.

Færri aðalráð og færri tingmenn hevði verið góð byrjan, men tað skal annað til eisini.