Tbilis, Georgia: ? Teir eru rættiliga góðir og vit fingu ein lærupening, tá vit spældu heima móti teimum í fjør. Soleiðis ljóðar lýsingin hjá Jákupi Mikkelsen av mótstøðuliði okkara í kvøld.
Hann hevur nógva virðing fyri georgiska liðnum og vil gera alt fyri at umganga at enda í somu støðu sum seinast.
? Vit mugu ikki vera so naivir sum seinast, har vit hildu okkum vera favorittar og fóru ov langt fram, sigur Jákup Mikkelsen, sum er í góðum lag undan dystinum har hann sjálvur roknar við at fáa úr at gera.
? Eg haldi vónirnar eru hampiliga. Tað besta vildi sjálvandi verið at fingið stig, og tað er eisini tað vit fara eftir, hóast tað verður trupult, sigur landsliðsmálverji okkara.