Jákup fer at skriva

-

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, er í hesum døgum heima í Føroyum, og fyri føroyskar fótbóltsfjepparar inniber hetta millum annað, at høvi verður at fáa sær autograf frá einum av fyrimyndum sínum.

Tað er nevnliga soleiðis, at teir tríggjar komandi dagarnar verður Jákup Mikkelsen at hitta ymsa staðni kring landið.

Soleiðis verður hann í Runavík fríggjadagin kl. 17, har áhugaði kunnu koma í Kiosk Vár við Saltangará. Leygardagin kl. 12 verður hann at hitta á Torginum í SMS, og Klokkan 18 sama dag verður hann so í Klaksvík, har KÍ skipar fyri stórari sølustevnu.