Jákup er longu undir trýsti

Eyðun Klakstein fer seinnapartin fyri fyrstu ferð síðani árini í Gundadali at vera mótstøðumaður hjá B36

Marran hjá B36 var í fjør, at tað í fyrstu seks umførunum ikki eydnaðist at vinna. Samlaða úrtøkan var fimm javnleikir og eitt tap. Hesi úrslitini høvdu nógv at siga, tá ið tað síðsta heyst varð gjørt upp, og B36 endaði á bronsuplássinum.

 

Sunnudagin tapti B36 3-2 í Hólmanum á Eiði. Í dag eru Jákup á Borg og hansara menn á veg inn á Skála.

-Á Eiði høvdu vit nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki at avgera okkum til fyrimunar. Tað megnaðu vit ikki, og tað kostaði trý stig. Tað snýr seg um at halda tætt í verjuni og at taka av, tá ið vit spæla okkum til málmøguleikar. Skála hevur undanfarin ár verið torført at spæla ímóti, og teir eru ikki minni torførir at spæla ímóti nú, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Allir B36 spælararnir eru tøkir, og tað er stór kapping um plássini á liðnum.

 

Í 2015 og 2016 var Eyðun Klakstein venjari hjá B36. Í fjør hevði helt hann frí frá fótbólti. Í dag fer hann fyri fyrstu ferð, síðani góðu árini í Gundadali, at hava ábyrgdina av mótstøðuliði hjá B36.

-Eg var væl nøgdur við avrikið, tá ið vit sunnudagin taptu 1-0 í Gøtu. Vit harmast um úrslitið, tí vit ætlaðu okkum at vinna stig, og avrikið var til at vinna í hvussu so er eitt stig. Nú fáa vit vitjan av B36. Eg veit væl, hvussu góðir og hugflogsríkir fótbóltsspælarar teir í B36 eru. Avbjóðingin er nú at fáa okkara at vera í javnvág soleiðis, at vit bæði megna at byrgja fyri teirra álopum og megna at leypa á, sigur Skála venjarin.

Tað er dyggur smeitur, at Ahmed Mujdragic er darvaður av knæskaða og ikki verður við næstu vikurnar. Ímóti Víkingi varð Bárður Danielsen skiftur inn í miðverjuna. Edvin Jacobsen er burturstaddur, og Jákup Johansen og Jan Ingason Hansen eru langtíðarskaddir.