Í gjár sást eingin ábending um tað. Men tað er heilt greitt, at mest spennandi spurningurin, sum skal svarast í sambandi við úttøkuna av teimum ellivu, ið skulu byrja inni á vøllinum í morgin, er , hvør skal verja málið.
Kappingarneytarnir til málverjuplássið eru Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen. Teir báðir vandu saman við hjálparvenjaranum, Jógvani Martin Olsen, í gjár, og tá vit hittu teir, vóru teir báðir í felagi við at rigga av eftir venjingina.
Báðir søgdu teir seg vera komnar heim til Føroya at verja málið í morgin, og báðir vera meiri ella minni vónbrotnir, um venjarin vísir hinum størri álit í morgin.
Ole Mørch, venjarin hjá Jákupi Mikkelsen og Herfølge, hevur áður sagt, at hann skilir ikki, at tað kann vera ein betri málverji í Føroyum enn Jákup Mikkelsen. Nú er Jens Martin Knudsen farin av landinum at arbeiða sum málverji, og Páll Guðlaugsson, sum fyri tíggju árum síðani uppfann Jens Martin Knudsen sum landsliðsmálverja, segði í útvarpinum í síðstu viku, at Jens Martin telist millum teir allar bestu málverjarnar í Íslandi. Landsliðsvenjarin hevur ikki spurt Páll til ráðs, men hevði hann gjørt tað, so hevði Páll ikki ivast í at givið honum tey ráð at seta Jens Martin í málið í morgin.
Ynski um slíka
manning alla staðni
Tað er Allan Simonsen, sum skal taka dagar ímillum, hvønn hann heldur vera betri at verja málið í morgin.
? Og fyri meg er hetta ikki nakar trupulleiki. Eg vil heldur siga, at hetta er ein positivur trupulleiki, og eg vildi ynskt, at vit høvdu líka góða gardering á øllum hinum tíggju plássunum á liðnum, sum vit hava á málverjuplássinum, sigur landsliðsvenjarin, sum ikki ætlar at seta liðið fyrrenn á taktikkfundinum.
? Men áður hevur tað verið soleiðis, at tann av okkum, sum ikki skal spæla við, fær at vita tað frammanundan, vita teir báðir málverjarnir at siga.
Hevur víst Jens
Martini størri álit
Valið hjá venjaranum stendur altso ímillum ein Jens Martin Knudsen, sum er komin úr Íslandi fullur í sjálvsáliti. Hann verður sagdur at vera millum teir bestu málverjarnar, og í steypafinaluni síðsta sunnudag var hann kosin besti maður á vølli.
Jákup Mikkelsen verður av teimum, sum fylgja væl við í donskum fótbólti, mettur at teljast millum tríggjar teir bestu málverjarnar í Danmark, og so fáa vit at síggja, hvønn av teimum báðum landsliðsvenjarin heldur vera tann betra.
Um Allan Simonsen ger, sum hann plagar at gera, so velur hann at seta Jens Martin Knudsen millum stólparnar. Tað hevur hann gjørt í øllum undankappingardystunum uttan einum. 15. november í 1995 spældi landsliðið á Kreta móti Grikkalandi, og tann ferðin er tann einasta higartil, at venjarin hevur tikið Jákup Mikkelsen framum Jens Martin Knudsen, tá tað hevur snúð seg um týdningarmiklan dyst. Grikkaland vann 5-0, eftir at tað hevði verið málleyst í 1. hálvleiki.
Tá Russland vitjaði á Svangaskarði fyri trimum árum síðani, var stórur spenningur um, hvør fór at verja málið. Jákup Mikkelsen var stutt frammanundan kosin besti málverji í Danmark trý vikuskifti á rað, men tá tað kom til landsliðsúttøkuna valdi Allan Simonsen Jens Martin Knudsen og segði, at hann helt ikki, at tað hevði verið rætt at tikið Jákup Mikkelsen framum, tí hesin hevði ikki somu royndirnar sum hin málverjin, og tað kundi vera óheppið, tá tað kundi roknast við stórum trýsti.
Síðani tá hevur Jákup Mikkelsen tað mesta av tíðini spælt í superliguni, so royndirnar vera neyvan tær, sum hesa ferð fara at gera av, hvør skal vera málverji.
Men nú fáa vit at síggja, hvat venjarin heldur hesa ferð. Antin verður Jákup Mikkelsen vónbrotin, ella verður Jens Martin Knudsen vónbrotin. Men vinarlagið, sum teir hava uppbygt eftir at hava verið saman í landsliðshópinum so mangar ferðirnar, verður neyvan burtur, uttan mun til, hvønn teirra, venjarin fer at hava størri álit á í morgin.