Maðurin handan Ársins Lag 2011 er nú til reiðar at borðreiða við nýggjari útgávu, sum kemur á marknaðin hósdagin.
Tað er komandi hósdag, at Jákup Eli Joensen gevur út nýggja fløgu, sum ber heitið Sjúkan, sum fór at spæla tónleik
Jákup Eli Joensen hevur av álvara gjørt vart við seg í farna ári. Við lagnum Vanja hevur Jákup Eli gjørt seg til eitt kent navn í Føroyum so kent, at lagið vann heiðurin sum Ársins
Lag 2011 til Planet Awards. Jákup Eli kappaðist eitt nú við Glóð, Páll Finnur Páll og Ævintýraferðina um Ársins Lag, men tá ið avtornaði fekk Vanja fleiri atkvøður frá føroyingum enn
øll hini løgini tilsamans.
Nú er næsta fløgan hjá Jákup Eli Joensen ávegis, og man ikki fleiri landaplágur eru at finna á hesari eisini.
Hósdagin verður útgávutiltak í Tutl, har Jákup Eli Joensen eisini fer at spæla nøkur nýggj løg.
Sangarin skrivar á Facebook, at tey níggju løgini á fløguni eru stuttlig og provokerandi.