Jákup Eli og Nóasynd

Fríggjadagin gevur Jákup Eli Joensen nýggja fløgu út. Hann gjørdist landskendur við sanginum um Vanju og kemur nú við sínari fjórðu útgávu. Á fløguni eru 13 sangir, og útgávan hevur fingið heitið Nóasynd. Fríggjadagin kl. 16.30 spælir Jákup Eli í Tutl handlinum í miðbýnum í Havn.

Jákup Eli
Tutl handilin í Havn
Fríggjadagin 4/4 kl. 16.30