Jákup eigur ikki orð fyri vónbrotinum

(Frá Rás2) Tað var sárt hjá B36-venjaranum at síggja eina 2-0 leiðslu verða søplaða burtur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá B36 aftaná 2-3 tapið hjá B36 ímóti Suðringum, har B36 eitt skiftið var á odda 2-0, men misti alt á gólvið og tapti 2-3 við Stórá í Trongisvági í dag. 

 

Jákup á Borg sigur seg ikki eiga orð fyri hvussu vónbrotin hann er. Hann heldur, at hansara menn vóru sera óansnir í støðunum, tá Suðringar skoraðu, og tað nívir hann.

 

Komandi leygardag vitjar ÍF á ovara vølli í Gundadali í Havn, og nú eru Jákup á Borg og hansara menn pískaðir at vinna, um teir ætla sær at verða í tí partunum av stigatalvuni har tað er stuttligt at verða.